?Tað er mín leiklutur sum politiskur myndugleiki at taka avgerð um lógir skulu endurskoðast. Tá tað skal gerast av, hvussu innihaldið í lógini skal síggja út, verða involveraðu partarnir tiknir upp á ráð.
Hans Pauli Strøm skilir ikki stóru ónøgdina hjá Føroya Pedagogfelag í samband við tilsøgnina, sum hann hevur givið Tvøroyar býráð í samband við setanina av leiðaranum á frítíðarskúlanum á Tvøroyri. Nevndin í Føroya Pedagogfelag er rættiliga vónsvikin av, at landsstýrismaðurin í sjálvdrátti boðar frá í útvarpinum, at dagstovnalógin skal endurskoðast uttan, at felagið er tikið upp á ráð.
?Eg kann vissa Pedagogfelagnum, at tey fáa hvørt nikk og prikk at vita. Sjálvsagt verður endurskoðanin av dagstovnalógin send út til hoyringar hjá teimum involveraðu pørtunum, sigur landsstýrismaðurin.
Arbeiðið farið í gongd
Landsstýrismaðurin í almanna- og heilsumálum, Hans Pauli Strøm, sigur, at embætisfólk á almanna- og heilsumálaráðnum hava arbeitt í nakrar vikur við endurskoðanini av lógini um dagstovnar. Landsstýrismaðurin sigur, at hetta arbeiðið fór av bakkastokki, áðrenn ósemjan við Tvøroyar býráð kom undan kavi.
?Dagstovnalógin hevur roynst hampiliga væl, men hon hevur eisini nakrar manglar, og tí skal hon endurskoðast. Tú kanst siga siga, at ósemjan við Tvøroyrar býráð hevur sent skump í arbeiðið, sigur Hans Pauli Strøm.