Økismenning
Útbyggingin, sum farin er fram seinastu 30 árini, hevur gjørt Eiði til eitt pláss, har avgjørt verður liviligt í framtíðini, sigur svenskur samfelagsfrøðingur, sum vitjaði aftur á Eiði eftir 28 ár.
Svenski samfelagsfrøðingurin Carl-Gustaf Thornström vitjaði sum lesandi á Eiði í 1973. Tá gjørdi hann ymsar metingar um, hvussu Eiði fór at síggja út um aldarskiftið. Týskvøldið var hann aftur á Eiði fyri fyrstu ferð síðan 1973. Hesaferð saman við norskum starvsbróðuri. Teir luttóku á fundi, ið Granskingardepilin fyri økismenning skipaði fyri sum lið í verkætlanini um økismenning í Føroyum.
Meira fjølbroytt
Carl-Gustaf Thornström leggur dent á,a t tað er tann væl útbygdi infrastruktururin sum ger, at tað stendur so væl til á Eiði, sum tað ger.
Frá tí hann fyrru ferð vitjaði á Eiði, er ferðingartíðin úr Havn til Eiðis stytt heilt munandi, eins og fast samband er við bæði Streymoynna og restina av Eysturoynni. Tað ger virkismøguleikarnar hjá fólki munandi betri, eins og tað sjálvandi eisini ger tað lættari at hava framleiðsluvirki á Eiði.
Tað, at fólk kunnu fara av Eiði til arbeiðis aðrastaðni, eins og avbygdarfólk koma til Eiðis at arbeiða, eigur í grundini lívið í bygdini, heldur Carl-Gustaf Thornström.
Komandi ættarlið eiga at gagnnýta tann infrastruktur, sum tey undanfarnu hava bygt upp, sigur hann.
Hann vísir á, at tað er ser neyðugt at fólk hugsa fjøltáttað og royna at byggja upp aðrar vinnur enn bara fiskivinnu. Og tað eru møguleikar á Eiði fyri slíkum, vísir hann á. Her eru fleiri bygningar, sum saktans kunnu nýtast til ymsar sonevndar »nichuframleiðslur«, sum tað verður nevnt. Eitt dømi, hann vísir á, er Tonito, sum ger brævbjálvar.
Carl-Gustaf Thornström vísir á, at føroyingar eru ov fast bundnir at fiskivinnuni. Teir duga ov illa at síggja aðrar vinnumøguleikar enn teir, sum hava við fisk at gera.
Sjálvandi ásannar hann, at fiskur er tað tilfeingið, vit hava mest av. Men tað verður ov vandamikið at grunda at kalla alla okkara tilveru á eina vinnu.
Kunningartøknin er á veg fram við risalopum, og hon kennir eingi mørk. Tí hevði tað verið rímiliga upplagt, at eisini føroyingar fingu part av køkuni, heldur hann. Tað nýtast ikki at vera tey øgiliga stóru virkini, sum vit skulu hava. Tað ræður um at hava hugflog og duga at fáa samstarv við onkrar størri fyritøku um at gera eitt nú ávísar eykalutir, forrit ella hvat tað nú kann vera.
-Tú gongur sjálvur her við einum digitalum myndatóli og farteldu. Síðan er tað bara eitt telefonstikk, sum manglar, og greinin er á Internetinum, vísir hann á.
Partur av landinum
Carl-Gustaf Thornström heldur tað ikki bera til at samanbera støðuna hjá Eiði mótvegis restini av Føroyum við støðu Føroya mótvegis Europa.
-Føroyar liggja langt burtur frá meginglandinum. Men Eiði er komið so tætt restini av Føroyum seinnu árini, at tað kann als ikki samaberast, sigur hann.
Hann vísir á, at eisini politiska skipanin hjá báðum økjunum er ymisk. Eiði er partur av Froyum og má, hóast ávíst kommunalt sjálvsstýri verður, tilpassa seg politiska viljanum í landinum, meðan Heimastýrið gevur Føroyum fleiri rættindi og møguleikar, sum ikki skulu góðkennast í Keypmannahavn.
Eisini í mun til Norðurnoreg, sum mangan verður samanborið við Føroyar, tá eitt nú útróður verður umrøddur, hava føroyingar stórar møguleikar at skapa nakað sjálvir. Í Norðurnoreg verður tað mesta stýrt av eini skrivstovu i Oslo, vísir hann á.
Carl-Gustaf Thornström áleggur føroyingum at gagnnýta hesar møguleikar so væl sum gjørligt til egnan fyrimuns. Og hann metir tað avgjørt vera til okkara fyrimuns, at Føroyar eru uttan fyri ES.
Framtíðin
Framtíðarmøguleikarnar á Eiði metir svenski samfelagsfrøðingurin rímiliga góðar.
Hann fegnast um, at bygdin er so nógv vaksin, síðan hann var her seinast. Bæði sethús, virkisbygningar, skúlaútbygging og ítróttarhøll, hevur hann merkt sær.
Hann roknar við, at fólk fara at fáa sær útbúgving. Og útbúgving kann brúkast allastaðni. Tað er ikki beinleiðis neyðugt at arbeiða á staðnum, har ein býr - ella umvent - tí samferðslumøguleikarnir eru so góðir í dag. Fólk fara eisini í framtíðini at koyra til arbeiðis aðrastaðni, meðan onnur koma hendanveg.
Carl-Gustaf Thornström metir, at framtíðin fer at síggja meira av »sekundervinnu« á Eiði. Fiskivinnan verður avmarkað til flakavirkið, sum er, meðan tænastuvinnan fer at hava framgongd, heldur hann.
Tað eigur at bera til at fáa nakað væl meira burtur úr ferðavinnuni í Føroyum, enn vit gera í dag, er hansara meting. Og á Eiði sær hann rættiliga góðar møguleikar. Og hóast eitt nú ferðavinnan á Eiði bara er fult virkin í trígjgar mánaðar um árið, eigur tað at bera til at marknaðarføra hana soleiðis, at hon kann bera seg.
-Nýtið náttúruna, sigur hann avgjørdur. Hon er rein. Hon er stórsligin, og luftin er frísk.
Sum partur av ferðavinnuni kann Eiði gerast gott stað at halda eitt nú ráðstevnur, sigur Carl-Gustaf Thornström, og vísir aftur til júst náttúruna her norðuri, sum hann er sera hugtikin av.
Men tað krevur eisini sosialar ágóðar at fáa folk at verða búgvandi í eini bygd sum Eiði. Tí er eisini neyðugt, at fólk fáa atgongd til tílikt sum konsertir, ítróttartilboð, kvøldskúlar og slíkt, sum frítíðin kann brúkast til vísir svenski samfelagsfrøðingurin á.
Men eingin framtíð er, uttan fólk trúgva upp á hana. Og trúnna upp á framtíðina metir Carl-Gustav Thornström avgjørt, at eiðisfók hava.
Tað grundar hann á tann væl útbygda infrastrukturin, sum hann avgjørt ikki heldur hevði verið, um tey, sum bygt hava út, ikki trúðu upp á tað, sum tey gjørdu.