Eftir at hava verið undir trýsti so at siga alt kappingarárið, so er møguleiki hjá KÍ í morgin at taka risafet móti bjargingini, um tað fyri fyrstu ferð í ár eydnast at vinna fulla úrtøku í tveimum heimadystum á rað.
Tá ið KÍ seinnapartin í morgin fær vitjan av B68, so verður tað 11. ferðin í ár, at KÍ eigur heimavøll, og higartil hevur tað bara eydnast at vinna tríggjar ferðir. Fyrsti sigurin var, tá ið B68 vitjaði í 2. umfari, og úrslitið var 3-1.
Tað er tunnilsdagur og harvið verður tað frítt at koyra í morgin. Ofta hevur tað víst seg, at heimaliðið stendur seg illa, tá ið okkurt serligt er á skránni í Klaksvík. KÍ spældi við yvirskoti og sjálvsáliti sunnudagin, tá ið NSÍ varð sent til hús við 5-1 tapi, og álopsbogin hjá KÍ verður eisini spentur í morgin.
– Móti NSÍ hilnaðist tað væl, tá ið vit ongantíð góvu teimum frið, men fóru alla tíðina eftir teimum, um tað so var aftarlaga hjá teimum, og vit fara at royna sama konseptið ímóti B68, verður sagt úr KÍ leguni.
Einasta broyting hjá KÍ er, at Sørmundur Kalsø er við aftur í miðverjuni eftir leikbann.
B68 hevur 26, og KÍ hevur 25 stig, og full úrtøka letur vinnaranum upp stórar møguleikar longu nú at tryggja sær sessin í fremstu røð.
– Vit vóru tiknir av bóli, tá ið KÍ í 2. umfari var rættuliga ágangandi og vann 3-1. Nú eru vit betri fyrireikaðir upp á ta støðuna, men vit hava sjálvandi stóra virðing fyri teimum bláu, sigur Bill Jacobsen, sum er uppvaksin í KÍ og tískil kennir væl til KÍ og menningina har.
Sum vit søgdu mikudagin, so verða fleiri teirra, sum fyrr í summar mannaðu fremstu B68 plássini, ikki við í morgin, tá ið B68 álopið verður mannað av nýggjum. Umframt Keita og Camara, sum eru skaddir og Óla Olsen, sum er burturstaddur, so er eisini miðvallarin Remi Langgaard burturstaddur. André Olsen er tøkur aftur eftir leikbann. Kristian Anton Andreasen og unglingaspælararnir Haraldur R. Kjeld og Bjarki Johannesen eru møguligir álopsspælarar saman við brøðrunum Jónleif og Dánjal Paula Højgaard, sum báðir eru sera skjótir og hava mannað høgra borð higartil í ár.