Tað er langt millum lógvabrestirnar

Meðan 15 mál eru skorað í dystunum hjá NSÍ, so eru bara fýra mál skorað í fýra teimum fyrstu dystunum hjá B36

B36 verður gestur í Runavík í kvøld. Felags fyri NSÍ og B36 er, at bæði liðini hava seks stig. Men tað er stórur munur á, hvussu nógv mál eru skorað.

NSÍ hevur vunnið tveir og tapt tveir dystir, og málmunurin er 8-7.

B36 hevur vunnið ein dyst og spælt tríggjar javnar, og málmunurin er 3-1. At nógvir dystir endað við javnleiki – serliga tíðliga á árinum – er ikki ókent í B36. Millum dømini um sovorna gongd er 2017, tá ið fýra teir fyrstu dystirnir og sjey av teimum 10 dystunum endaðu javnir.

Spurningurin er nú, hvussu tað fer at ganga við málskjótingini, eftir at fremsti álopsspælarin Sebastian Pingel hevur brotið beinið. Tað varð staðfest mánadagin, eftir at hann sunnukvøldið – við brotnum beini – skoraði triðja málið hjá B36 í ár, tá ið hann á Tórsvølli javnaði til 1-1 ímóti Víkingi.

Hinir báðir málskjúttarnir eru Bjarki C. Nielsen og Martin Agnarsson. Sunnukvøldið vórðu teir báðir settir á vøllin í seinna hálvleiki. Ein annar framrættaður spælari er Brian Jakobsen, sum eisini varð skiftur inn sunnukvøldið. Hetta er triðja árið hjá honum í B36, og higartil hevur hann tilsaman skorað átta mál.

Umframt Sebastian Pingel er Eli Falkvard Nielsen langtíðarskaddur, og bæði Bárður Olsen og Jóhann Hansson vera ikki førir fyri at spæla næstu vikurnar.

Í Runavík er tað hugaligt, at álopsmaskinan síðstu tvær ferðirnar hevur snarað í eyðkenda stílinum, og at einki mál er farið ígjøgnum hjá Tórði Thomsen.

Allir NSÍ spælararnir eru tøkir, og tað er stór kapping um plássini.

Í síðsta umfari í fjør tryggjaði NSÍ sær silvurkrónurnar við 4-3 sigri á útivølli ímóti B36.

Síðsti B36 sigurin í Runavík var 15. september 2019, tá ið gestirnir fóru suður aftur í høvuðsstaðin við 3-0 sigri. Tá var Benjamin Heinesen, sum nú er vongverji í høgru, tvífaldur málskjútti, og Michal Przybylski, sum nú spælir í HB, skoraði eitt mál.