Tað er í lagi, at Føroya Tele sleppur - og....?

- nú má politiski myndugleikin siga okkum, um tað er verulig kapping á jøvnum føti, ella hesi ikki rættiliga meina, at borgarin skal hava ágóðan av einskiljingartilgongdini..

Hví vilja vit hava, at almennar fyritøkur verða settar á sølulista og verða bjóðaðar út til sølu á almenna sølumarknaðinum.

Eg veit væl, hvat tað merkir, at nú skal borgarin fáa tænastur fyri rætta prísin  heilt einfalt merkir tað, at tú fer inn til teir ymsu útbjóðararnar og spyr eftir tí tú ynskir, og so er tað bara spurningurin, hvat tann ávísa vøran ella tænastan kostar  that´s it.

Og so kunnu vit spyrja  er tað rætt og rímiligt, at ein almenn fyritøka kann sleppa at bjóða á jøvnum føti við aðrar privatar, tá hesar ikki hava sama kapitalin at spæla sær við?

NEI!  tað er ikki rætt, at hesar skulu hava sama møguleikin, tí tað er júst tað, at verða almennar fyritøkur leysgivnar, er tað BORGARIN sum fær ágóðan  OG ONGIN ANNAR!

Hvat skal veruliga endamálið annars verða, um vit bara siga, at vit velja polititiskt at liberalisera bara fyri at liberalisara  HVØR SKAL HAVA ÁGÓÐAN?

Meina tit, at nú skulu vit hava kapping, sum kann standa seg á jøvnum føti bæði her á klettunum og úti í stóru verð; so mugu tit boða greitt frá, at endamálið við einskiljingartilgongdini er, at VIT VIJA HAVA VØRUR OG TÆNASTUR FYRI TANN PRÍSIN, SUM PRIVATI MARKNAÐURIN KANN BJÓÐA!

Annars, er tað væl ongin meining í at einskilja almennu fyritøkurnar...?