Í dag hevur Fiskamarknaður Føroya gjørt sínar metingar um, hvussu tey vænta, tað verður við ráfiski í næstu viku. Og her eru útlitini einki serlig.
Um línuskipini verður sagt, at eitt er vesturi á Rygginum og fiskar tosk, svartkalva og blálongu. Hetta skipið landar helst fyrst í vikuni sum kemur.
- Eitt línuskip er á landgrunninum og fiskar tosk, hýsu, longu og brosmu. Hetta skipið kemur møguliga inn at landa síðst í næstu viku.
Um útlitini til útróður, verður sagt, at streymurin er harður, men hann batnar, sum næsta vika gongur. Men, veðrið verður helst einki serligt fyrst í næstu viku.
- Møguliga verður nakað av útróðri, sum vikan gongur. Útróðrarbátarnir fáa mest av hýsu og so nakað av toski, vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga í dag.