Jarnbardur hevur vunnið sín fimta róður á rað í ár, men tveir teir seinastu hava tær verið nakað hóttar av Riddaranum úr Miðvági.
- Vit royna bara at seta meira og meira á, tí tað at Riddarin hóttir okkum, tað setur eisini okkum nógv upp. Eg ivist ikki í, at tær á Riddaranum eru uppsettar, men tað eru vit so sanniliga eisini. Hvørjaferð, sigur Signhild avgjørd á málinum.
Á Vestanstevnu verður róð í Miðvági. Signhild og hinar á Jarnbardi eru fult greiðar yvir, at tær á Riddaranum verða øgiliga uppsettar tá.
- Sjálvandi verða tær uppsettar, men tað eru vit eisini. Og sera spentar, heldur Signhild fyri.
Signhild róði ikki við Jarnbardi í fjør, men hon var við í 2000, 01 og 03 og hevur sostatt vunnið nógv við Jarnbardi.
- Tað er líka lekkurt hvørjaferð, sigur Signhild, sum tó leggur dent á, at hóast Jarnbardur hevur 35 stig, so síggja tær seg ikki sum føroyameistarar enn.