Tað er kvirt um landið

Hóast vindurin er nógvur í støðum í kvøld, og Landsverk hevur hálkufráboðanir, er einki, sum bendir á, at alt ikki veit væl við kring landið í kvøld.

Hóast vindurin er nógvur í støðum í kvøld - ja, onkustaðni upp í hvassan storm í hvirlunum - og Landsverk hevur hálkufráboðanir, er kortini einki, sum bendir á, at alt ikki veit væl við kring landið í kvøld.

 

Vaktleiðarin á løgreglustøðini í Havn sigur við In.fo í kvøld, at tað er kvirt kring landið. Tey hava einki hoyrt um, at ferðslan ikki gongur, sum hon skal, og eingin fráboðan er komin um vindskaðar.

 

Vit á In.fo kunnu endurtaka tað, sum Landsverk sigur í kvøld, at roknast kann við hálku um Gjáarskarð, á Sandavágshálsi, á vegnum kring Vatnsoyrar, um Gøtueið og á Ørðaskarði á Fámjinsvegnum.

 

Har vindurin hevur verið mestur í hvirlunum í kvøld, hevur mátarin hjá Landsverki mált upp í 42 metrar um sekundið. Hetta var á Gjáarskarði klokkan knapt 21 í kvøld.