Tá tú ert á toppinum er bara ein vegur, og hann er niðureftir.
Hetta staðfestir Edmund Joensen, verandi formaður Sambandsfloksins.
Edmund Joensen sigur seg virða avgerðina hjá Unga Sambandinum, um at stilla Lisbeth L. Petersen upp til formansvalið, fult út.
? Hetta eru nú einaferð fólkaræðisligu treytirnar í nýggja bygnaði floksins, sum eg sjálvur havi verið við til at gjørt. Tað kostar at hava ein opnan flokk, har øll kunnu siga sína meining, staðfestir Edmund Joensen.
Edmund Joensen hevur verið formaður Sambandsfloksins í tíggju ár. Og hetta tíðarskeiðið hevur hann upplivað mangt. Hann var løgmaður í tíðarskeiðnum frá 1994 til 1998. Løgmansskeiðið byrjaði við svárari búskaparligari kreppu, men tá Edmund fór úr løgmanssessinum vóru aftur uppgangstíðir í Føroyum.
? Eg eri glaður fyri, at politikkurin hjá okkum hetta tíðarskeiðið eydnaðist. Serliga eri eg glaður fyri, at vit fingu eina loysn á bankamálinum, at vit fingu sett Framtaksgrunnin á stovn, at vit framdu bygnaðarbroytingar í almennu umsitingini og at vit løgdu fiskavirkini saman í Fiskavirking, sum í dag er eitt ógvuliga væl koyrandi felag, sigur Edmund Joensen.
Verður Edmund Joensen afturvaldur til forman í Sambandsflokkinum, ætlar hann at føra somu hørðu linju móti fullveldismálinum.
? Tað er neyðugt, at Sambandsflokkurin markerar seg hart ímóti fullveldisætlanini. Sambandsflokkurin er einasta alternativið til fullveldisætlanina. Vit vilja gera ítøkiligar broytingar innan fyri ríkið, meðan Javnaðarflokkurin vinglar millum sambandsveingin og fullveldisveingin. Fólk skulu vita, at vit eru einasta alternativ, sigur Edmund Joensen.
Kortini ásannar Edmund Joensen, at Sambandsflokkurin hevði fingið bestu broytingarnar í ríkisfelagsskapinum í lag, um hann fór í samgongu við Javnaðarflokkin.
Edmund Joensen torir ikki at gita, um hann vinnur formansvalið í kvøld. Men hann vónar tað besta.
? Eg vóni, at eg vinni. Men geri eg tað ikki, so koyrir lívið víðari. Eg ætli mær í øllum førum í veitslu saman við Sambandsflokkinum, um tað so verður til at gravøl ella veitsluøl, sigur lovar Edmund Joensen.
Fakta
Edmund Joensen
Føddur 19. september 1944 á Oyri.
Foreldur: Hansina f. Samuelsen úr Haldórsvík og Poul Joensen, Oyri.
Kona: Edfríð Joensen, dóttir Jacobu og Hjalmar Johannesen, Norðskála.
Fyrrv. størv: Frá 1959 sjómaður og í handilsvinnu, reiðaravirksemi og framleiðsluvirksemi hjá O. C. Joensen. Frá 1969 við í alivirksemi og við til at stovna Fiskaaling í 1970. Nevndarlimur í Fiskaaling í 1973-94. Fóðurmeistari í Fiskaaling 1978. Virkisleiðari á alistøðini á Oyrabakka frá 1980. Stjóri á P/f O. C. Joensen, Oyri til 1994.
Nevndir: Limur í umboðsnevnd L/F Føroya Fiskasølu 1985-94, limur í starvsnevnd í somu fyritøku 1987-94, nevndarlimur í Menningarráðnum og í Menningarstýrinum. Bygdaráðslimur í Sunda bygdaráði 1970-80, limur í skúlanevndini og formaður í stýrinum fyri Felagsskúlan á Oyrabakka.
Formaður fyri tingbólki Sambandsfloksins 1990-94. Formaður Sambandsfloksins síðani 1991. Limur í løgtingsins ídnaðarnevnd, samferðslunevnd og marknanevnd. Síðani mai 1998 3. næstformaður, formaður í landsstýrismálanevndini og limur í uttanlandsnevndini.
Løgmaður sept. 1994 - mai 1998
Fólkatingsmaður 1994 - 1998. (Hevði varamann, meðan hann var løgmaður).
Løgtingsmaður síðani nov. 1988- (Hevði varamann, meðan hann var løgmaður
Heiðurstekin: Riddari av Dannebrog juni 1995. Riddari av Dannebrog 1. grad januar 1997.
Heimstaður: 450 Oyrabakki.
Kelda: www.logting.fo










