Tað er jú eitt verri skil
Til marknaðarføring eg brúki jú tey
má mínari troyggju stendur eitt hey
alt endaði í eini stórari gølu
og børnini nýtt til søluvøru.
Eg valdi at fara til Tummas Dam
at keypa mær klæði, har møtti eg Sam
um tú keypir tær klæði her
rokningin oman á býráðið fer.
Eitt ordans kvett eg gjørdi jú har
og hvørt eitt eyga í býnum sær
á klæðum mínum stendur full stopp
og onkur á býráðnum fekk propp.
Tak tær tað ikki alt ov nær
tað í bløðunum tú sær
okkurt skulu tey skriva
fyri at vit skulu yvirliva.
Forkvinna í Sosialu nevnd har er
hendan heilsanin til hana fer
vit bíða eftir eini umbering
men hetta endar nokk bara við eini kritisering.
Nú hesa yrking eg enda vil
nei, bíða mær eitt lítið bil
til allar dagrøktarar eg eydnu senda vil
og vóni at síggja nógv børn við tykkara lið.
Eydnusæla