Tað er illveður eina ferð um dagin

Triðju ferð í hesum mánaðinum fór línubáturin “Søkin” í Klaksvík til útróðrar seinnapartin í gjár.
- Roynið nú og gerið ein góðan túr. Tað hevði verið ótrúliga stuttligt, um tit komu aftur við eini 7-8000 pundum!, sigur ein maður her á Stongunum.

Nógv fólk er komið saman her á útróðrarmiðdeplinum í Klaksvík beint eftir middagsleitið í gjár, nú Søkin riggar til nýggjan túr.
Hetta er alt fólk, sum hava stóran áhuga í høvuðsvinnuni í býnum. Her eru bæði egnarar, útgerðarmaður og onnur savnað saman, nú teir seinastu stamparnir verða fingnir umborð.
Millum hesar er ein yngri maður, sum er íðin í prátinum við hinar royndu útróðrarmenninar. Hann er eisini komin at ynskja teimum góðan túr.
- Loys nú!, siga teir umborð brosandi við henda unga mannin. – Tað er hoylt vist, at tá hann hevur loyst bátin, fáa vit ein góðan túr!
Allir hinir bátarnir í Klaksvík eru longu farnir, men teir á Søkanum vóru heldur seinni enn hinir avstað.
Nú ræður um at skunda sær, um teir skulu fáa dagin og náa at seta, áðrenn tað verður myrkt.
- Vit vænta at verða inni aftur á middegi, sigur skiparin, Ólavur Ólason Poulsen.


Bleyti botnurin
Klokkan er farin at nærkast tvey, og umborð á Søkanum gera menn seg til reiðar at leggja frá landi. Ætlanin er at fara norðureftir – á tann bleyta botnin.
- Vit eru kanska heldur seinir uppá tað í dag, tí tað var okkurt sum skuldi fáast í rættlag fyrst.
- Tí fara vit ikki fyrrenn nú. Men vit fara við góðum treysti, sigur Ólavur.
Støðan er hon, at eystfallið er hálvliðið um seks-tíðina um kvøldið, og tá er ætlanin at seta. So fáa teir eisini eitt sindur av skýmingini við.
Gongur sum teir ætla skuldu teir verða aftur at landi eitt samdøgur seinni – vónandi við tómum stampum og fullum kassum av fiski.

Hálvrunnin
Upprunaliga var ætlanin at hava 64 stampar við henda túrin. Men tá avtornaði vóru teir heili 74 í tali.
- Tað má verða sum tað er. Hetta verður so einasti túrurin man fær hesa vikuna og helst komandi vikuna eisini, tí tá fer at reka aftur, sigur Ólavur.
Boðað varð eisini frá vánaligum líkindum hósdagin, samstundis sum streymurin fer at harðna aftur.
Hetta er kortini ikki eitt ókent fyribrigdi hjá útróðrarmonnunum. Tað hevur nevniliga viðrað serstakliga illa hjá teimum higartil í ár.
- Ja, veðrið kundi verið nógv betri. Hetta er bert triði túrurin hjá okkum í mars mánaði.
- Og nú er hann longu hálvrunnin, sigur Ólavur álvarsamur.

Altíð illveður
Tað eru ikki bert útróðrarmenn í Klaksvík sum hava merkt til vánaliga veðrið higartil í ár. Aðrastaðni kring landið siga menn tað sama.
Her í Klaksvík hava teir sín serstaka máta at siga tað uppá: “Tað er illveður eina ferð um dagin – annaðhvørt tá ein fer avstað, ella tá ein kemur aftur!”
- Hesa ferð verður tað gott veður, nú vit fara avstað. Men tað verður helst meiri buldrasligt, tá vit koma aftur í morgin, sigur Ólavur.
Keðiliga veðrið fær eisini ávirkan á lívið á landi: Er eingin útróður, fæst eingin inntøka. Og so hendir tað júst í teirri bestu fiskitíðini.

Góður prísur
Skal Ólavur líta aftur á hetta árið, so kann hann bert staðfesta, at tað hevur hilnast hampiliga væl.
Teir á Søkanum hava verið tveir túrar í mars mánaði. Hesir vóru góðir – nøgdin var í lagi og hartil var prísurin sera góður.
- Vit høvdu um 6000 pund hvønn túrin. Og tað var bara toskur, sigur hann.
Teir vóru seinasta túrin fríggjadagin í farnu viku, og hóast streymurin hevur verið góður hesa vikuna, varð fyrst loyst frá landi aftur seinnapartin ígjár.

Gýtingin tarnað
Eitt er at tað hevur viðrað stak illa, men fyri Ólavur er tað ikki einasti trupulleikin.
Hin veruleikin er, at hann fyri tað mesta hevur verið vestligur í ættini. Og tað er ikki gott, tá hugsað verður um gýtingina í vár.
Tá ein hugsar um gýtingarøkið norðanfyri, er eysturættin ótrúliga góð. Tað gjørdi hon nógv av í teirri seinastu gýtingini, og tá riggaði avbera væl.
- Eg veit ikki, hvussu verður í ár. Tað verður spennandi at vita, hvussu verður við tí, sum kemur undan í ár.
- Tað verður sikkurt nakað vánaligt, sigur Ólavur, og leggur aftrat, at teir hava fingið nógvan tosk í ár.


Ov fáir ungir egnarar
Við Søkanum eru teir vanliga fýra mans. Haraftrat er ein maður í landi og stendur hann fyri egningini.
Tað er fyri tað mesti pensjónistar sum egna hjá Søkanum, tí, sum Ólavur sigur: - Tað er trupult hjá teimum ungu at fáa tíð til egning!
Skúlin fer við sínari tíð – og gjarna nógv ár fram í tíðina. Og ítrótturin fer við einum stórum parti av frítíðini hjá teimum ungu.
- Skulu tey vera virkin í eini ítróttargrein, er neyðugt at tey ofra seg 100 prosent. Og so má okkurt víkja.
- Tað vísir seg tíverri, at tað er hetta økið sum má víkja – hetta økið, sum annars hevði verið so ótrúliga læruríkt hjá teimum ungu!



Hýsa dámar ikki gággu
Tað er altíð ymiskt, hvat agn, ið menn halda at fiskinum dámar best.
Tá Søkin legði frá landi seinnapartin í gjár var gágga egnd á eina góða helvt av teimum 74 stampunum. Hin helvtin var annaðhvørt saury ella høgguslokkur.
- Hesa tíðina plaga vit at brúka gággu fyri tað mesta. Tað gera vit so eina góðan mánað aftrat, og fara so yvir aftur til annað agn.
- Gággan plagar ikki at vera so góð til hýsuna, greiðir Ólavur frá.