Fiskur og heilsa
Í norska blaðnum, Aftenposten, er grein herfyri um kyksilvurkanningina, sum er gjørd av føroyskum børnum og mammum teirra.
Í greinini verður sagt, at "kyksilvur í fiski kann elva til heilaskaða".
Víst verður á, at amerikanskir granskarar hava funnið
samanhang millum nøgdina av kyksilvuri í kroppinum á nýføddum børnum og mammum teirra og óvanligan heilaatburð hjá børnunum, tá ið tey gerast eldri.
- Hetta er órógvandi, serliga í londum, har sjómatur er ein týdningarmikil partur av føðini, sigur Philippe Grandjean, sum hevur havt leiðsluna av amerikansku, donsku og japansku granskarunum.
Lagt verður aftrat, at føroyingar eta nógvan sjómat, og sambært granskarunum er stórur partur av fiskinum fongdur við kyksilvurinnihaldi, sum er hættisliga høgt.
At enda verður sagt, at 1000 mammur og børn í Føroyum eru vorðin kannaði av kanningarbólkinum, har børnini vórðu kannaði, tá ið tey vóru nýføðingar og seinni, tá ið tey vóru 7 og 14 ára gomul.
Ikki vandamikið
Pál Weihe, sum er yvirlækni á deildini fyri Arbeiðs-og Almannaheilsu, er slett ikki samdur við granskarunum um, at tað er vandamikið at eta fisk undan Føroyum.
- Hetta, sum ført verður fram, er ein misskiljing. Tað er ikki vandamikið at eta fisk. Og tað hava vit heldur ongantíð sagt. Vit hava hinvegin sagt, at tað er sunt at eta fisk, tí eitt nú fitisýrurnar eru so góðar fyri okkum.
Pál Weihe sigur, at í Ameriku verða fiskur og hvalur
partvís tikin undir einum, og tað gevur sjálvsagt eina skeiva mynd av støðuni.
- Vit vita, at nógv kyksilvur er í hvali, og tí hava vit mælt til, at minkað verður um átið av hesum. Tað hevur eisini gjørt mun fyri kyksilvurinnihaldið í menniskjum, at grind ikki verður etin so ofta.
Arbeiðsmedisinarin vísir á, at lítið kyksilvurinnihald er í eitt nú toski og hýsu og annars teimum fiskasløgum, vit vanliga eta nógv av.
- Tað er tí als eingin trupulleiki fyri heilsuna at eta hesi fiskasløg, tvørtur ímóti.
Hann vísir á, at skulu vit tosa um nøgdir av kylsilvuri í fiski, kunnu vit kanska finna tær í onkrum gomlum kalva.
- Men tað er toskur og hýsa, vit eta mest av; so hetta er eingin trupulleiki, sigur hann.
Ikki samanberast
Pál Weihe sigur, at trupulleikin hjá eitt nú amerikumonnum og øðrum við fiski er nógv størri enn hjá okkum, og tí kunnu viðurskiftini heldur ikki samanberast.
- Svørfiskur og tuna bera munandi størri nøgdir av kyksilvuri enn tey fiskasløg, vit eta. Tí kann fiskamaturin, sum tey eta og tann, sum vit eta, ikki samanberast. Og tá ið so hvalur stundum verður roknaður uppí fiskin, kunnu úttalilsir sum hesi gerast rættiliga misvísandi, sigur arbeiðsmedisinarin, sum tí slett ikki er samdur í, at tað er skaðiligt hjá okkum føroyingum at eta fisk.









