Hjá teimum við Masterkorti, plaga 1.000 krónur at verða trektar av hvørja ferð tit fylla á, eisini hóast tað bert verður fylt á fyri 200 krónur. Restin verður afturgoldið, men ofta ganga tað einir 2 – 4 dagar at fáa pengarnar aftur
Nakað soleiðis varð skrivað á Facebook stutt eftir at boðað varð frá, at bæði Effo og Magn fóru at lata bensinstøðirnar aftur. Tó er bensin og diesel framvegis at fáa, sum tað altíð hevur verið, men nú skal tað gjaldast við gjaldskortið á sjávari pumpuni.
Boðini á Facebook hava fingið nógv fólk at illneitast inn á, at so nógv verður trekt av kortinum hvørja ferð.
Men oljufeløgini siga nú, at hetta er ein misskiljing, tí tað verður ongantíð meiri trekt av kortinum enn tað, tey hava keypt fyri.
Oljufeløgini siga, at kortini, talan er um, eru Mastercard Debit kort, har tað ikki er loyvt at yvirtrekkja kontuna.
Fyrr var tað so, at tá ið fólk brúktu tað, varð ein upphædd trekt av fyri at bankin kundi fáa vissu fyri, at nokk av pengum var á kortinum til tað, sum keypt var. Tá ið fólk so høvdu keypt, var munurin settur inn aftur á kortið.
Oljufeløgini siga, at tá ið fólk fylla sær tangan, og skulu rinda við kortið, spyr maskinan, hvussu nógv tey, ið mesta lagi ætla at keypa fyri. So verður tann upphæddin trekt av kortinum, og so er klárt at fylla á.
Tá ið tað er liðugt at fylla á, verður tann rætta upphæddin so trekt av kortinum, og loypur nakað av, verður tað so sett aftur a kortið.
– Tó kann tað í summum førum, serliga um kvøldið og um vikuskiftini, ganga ein tíð, áðrenn upphæddin er aftur er tøk á kortinum.
Hendur tað seg, at pengarnir ikki koma aftur á kortið, ber til at ringja í peningastovnin at fáa tað ornað, siga oljufeløgini.