Tað er ikki smápengar hjá vanligu fólki

Kanska skulu vit gera mun á koppsettum føroyingum, sum koma til landið, og útlendingum, heldur løgtingsmaður

Eiga vit ikki at gera mun á føroyingum, sum eru koppsettir, og útlendingum. Tað er spurningurin, Aksel V. Johannesen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, og formaður floksins, hevur reist í Løgtinginum

Í hesum døgum viðger Løgtingið eitt uppskot um at leingja tíðina, har fólk, sum koma til Føroya, skulu rinda fyri at verða kannað fyri koronu. Tað er privata fyritøkan, Thetis, sum ger kanningingarnar og hvør kanning kostar 312 krónur.

Tað er flutningsfelagið, sum stendur fyri at rinda fyri kanningina og, sum støðan er nú, fer skipanin úr gildið tann 1. apríl, men Løgtingið viðger nú, um tað skal verða galdandi alt árið.

Aksel V. Johannesn sigur, at gongst sum ætlað, eru allir føroyingar koppsettir fyri koronu seinast í juni. Og hann heldur, at tað er ein spurningur um tað er rætt at ein privat fyritøka framhaldandi sleppur at krevja eitt gjald upp á 312 krónur fyri at kanna føroyingar, sum koma til landið seinni í ár, fyri koronu, hóast teir longu eru koppsettir.

– Tað ivast vit í og spurningurin er um vit ikki eiga at gera mun á føroyingum, og útlendingum, sum koma til Føroya, tí í roynd og veru hava vit ikki trygd fyri, at útlendingarnir eru koppsettir. Men tað er ivasamt um tað rætt at krevja gjald fyri at kanna føroyingar, sum eru koppsettir, sigur Aksel V. Johannesen.

Tí heldur hann, at verandi skipan kundi kanska hildið fram til 1. Juli, men at spurningurin varð tikin upp aftur tá fyri at vita um hon skuldi verið galdandi longri, ella um vit skulu gera mun á føroyingum, sum eru koppsettir, og útlendingum.

– At rinda 312 krónur fyri hvørja kanning, er, hóast alt, ikki smápengar hjá vanligum fólki, sigur Aksel V. Johannesen.