Tað er ikki nøktandi at bíða so leingi

Hvalbiartunnilin skal gerast fyrst, men tunlarnir Norður um fjall, kunnu ikki bíða í fleiri ár afturat

Tað er ikki nøktandi, at vit skulu bíða við at fara undir arbeiðið at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall til í 2022.

 

Tað staðfestir Aksel V. Johannesen, løgmaður, í frágreiðingini, hann hevur gjørt í sambandi við ólavsøkurøðuna, hann helt tá ið Løgtingið varð sett á miðdegi í gjár. Hann vísir á, at tørvur er á nógvum nýggjum tunlum. Men tað má kortini ikki vera soleiðis, at fáa vit ikki fyrst, so skal eingin hava, sigur hann 

 

– Allir tunlarnir skulu gerast. Fyrst skal Hvalbiartunnilin gerast og síðani tunlarnir norður um Fjall - og síðani hinir. Hetta skal tó gerast við skili, og vit kunnu ikki gera allar í senn, sigur løgmaður. 

 

Annars hava politikarar, og norðoyingar annars, lagt hart trýst á samgonguna fyri at framskundað arbeiðið at gera nýggjar tunlar Norður um Fjall, tí tey eru ikki sinnað at bíða líka til 2022, tá ið ætlanin er fara undir teir eftir langtíðarætlanini hjá landsstýrinum.

 

– Tunlarnir norður um Fjall lótu upp ávikavist í 1965 og 1967 og eru sostatt næstelstu tunlar í Føroyum. Teir eru ótíðarhóskandi og lúka als ikki dagsins krøv til dygd og ferðslu. Tí er tað neyðugt at gera nýggjar tunlar, sum lúka øll nútíðarkrøv, staðfestur Løgmaður

 

Hóast hann staðfestir, at Hvalbiartunnilin verður tann næsti, heldur hann, at tað er ikki nøktandi at bíða til 2022 at fara undir tunlarnar Norður um Fjall.

 

– Landsstýrið arbeiðir við loysnum, soleiðis at verkætlanin at gera tunlarnar norður um Fjall verður framskundað, sigur løgmaður. Hann leggur afturat, at fleiri stórar verkætlanir verða framdar, og at íløgukarmurin avmarkaður.  

 

Men hann vónar at tað ber til at broyta løguætlanina, soleiðis at allar fyrireikingar til tunlarnar Norður um Fjall verða lidnar í 2019, og at farið verður undir at arbeiðið skjótari enn upprunaliga ætlað.