Tað var talan um hóvligan fagna, tá PISA-kanningin varð almannakunngjørd í Mentamálaráðnum í gjár. Fólk flest vistu, hvat var í væntu, og tí kom heldur vánaliga úrslitið ikki beinleiðis óvart á. Heldur ikki á Jógvan á Lakjuni, mentamálaráðharra.
- Vit skulu minnast til, at tað er eitt hálvt ár gingið síðani undankanningina, so vit vóru eitt sindur stúrin fyri, at úrslitið fór ikki at verða so nógv øðrvísi enn undankanningin vísti, hóast at onkur bati var. Eitt nú hava vit fingið 450 stig í støddfrøði, sum er tað mesta vit hava fingið, segði Jógvan á Lakjuni við Rás2.
Mentamálaráðharrin dylir ikki fyri, at úrslitið langt frá er nøktandi.
- Vit mugu viðganga, at okkara skúli liggur ov lágt. Men vit mugu hinvegin eisini minnast til, at tey tiltøk, sum vit hava sett í verk, eru gjørd eftir kanningina, og hava tí onga ávirkan á úrslitið, sigur Jógvan á Lakjuni.
Tiltøkini, sum hann sipar til, eru fleiri tímar, bæði í verandi skúlaári og eisini í komandi ári, umframt fleiri royndir inn í skúlarnar.
- Vit eiga at halda fast við við tað, sum vit hava sett í verk. Men vit vita samstundis væl, at vit hava tørv á lærarum innan náttúruvísundagreinarnar, og har er tað, at Læraraskúlin kemur inn í myndina. Tað verður neyðugt at gera nakað har, sjálvt um eg ikki upp á standandi fót kann siga nágreiniliga, hvussu vit loysa tað málið, sigur Jógvan á Lakjuni.
Lesingin lykilin
Men samstundis, sum Jógvan á Lakjuni slær fast, at tað er alneyðugt at fáa fólk at útbúgva seg á náttúruvísindaliga økinum, so eru onnur viðurskifti, sum hava líka stóran týdning. Eitt av hesum er eftirútbúgving av lærarum.
Og júst hetta økið hevur verið gjølla viðgjørt í Sosialinum herfyri, har víst var á, bæði hvussu illa stóð til á økinum, men eisini hvussu tvørligt tað var hjá lærarum, skuldu teir verða so hepnir at sleppa til eitt eftirútbúgvingarskeið. Ikki minst tað, at teir máttu sjálvir hava matpakka við, skuldu teir ikki doyggja í hungri til hesi skeiðini.
Landsstýrismaðurin kundi tó upplýsa, at hesin trupulleikin var loystur, men at tað framvegis eru ábøtir neyðugar á økinum.
- Tað er eingin ivi um, at vit mugu skipa fyri nógv meiri miðvísari eftirútbúgving av lærarum, og eisini har mugu vit fáa Læraraskúlan við á banan, nakað, sum vit eisini fyri so vítt hava fingið. Tá tað kemur til lesing, hava vit sett gransking á stovn á økinum, sigur Jógvan á Lakjuni.
Og júst hetta við lesing metir mentamálaráðharrin er av alstórum týdingi.
- Lesingin er lykilin til alt annað hjá næmingunum, sigur hann.
Jógvan á Lakjuni heldur annars, at frágreiðingin er sera áhugaverd, og nemur eisini við broytingina frá fiskivinnusamfelagi til vitunarsamfelag. Men fremst av øllum heldur mentamálaráðharrin, at vit eiga at nýta kanningina konstruktivt.
Vit mugu sláa kalt vatn í blóðið og arbeiða saman í hesum málinum, segði Jógvan á Lakjuni við Rás2