Teir fýra í meirilutanum skrivaðu undan vikuskiftinum undir semju. Hon bar millum annað við sær, at Rólant Poulsen skuldi halda fram sum formaður, og at Jógvan í Skorini skuldi verða næstformaður í nýggja bygdarráðnum.
Nú er semjan burtur, og Jógvan í Skorini hevur saman við teimum trimum á lista C skipað seg í meiriluta, og tað ber við sær, at Jógvan í Skorini verður nýggjur bygdarráðsformaður.
Við útvarpið hjá Kringvarpinum segði Jógvan í Skorini sunnudagin, at hann kendi tað sum álitisbrot, tá ið Rólant Poulsen stutt eftir, at teir høvdu skrivað undir semjuna, ringdi og bað hann skræða pappírið, sum teir høvdu undirskrivað. Orsøkin var, at nú hevði annar av hinum báðum givið til kennar, at hann ikki var nøgdur við semjuna, og tískil var neyðugt at fara undir nýggja telving.
Rólant Poulsen staðfesti í útvarpinum, at hann verður formaður til á nýggjárinum, og at tað so verður í kommunalpolitiskum høpi púra óroyndi Jógvan í Skorini, sum verður borgarstjóri. Fráfarandi formaðurin fjaldi ikki, at hann var fortørnaður inn á, at ein á hansara lista var farin í part við minnilutanum, sum harvið er vorðin meiriluti.
– Hetta er óhoyrt, segði Rólant Poulsen.
Politiska minnið er tiltikið stutt, men tíbetur ber til at kaga í tølini fyri at staðfesta, hvussu gongdin hevur verið:
Tølini siga, at skifti millum listar fyri at fáa minniluta til meiriluta er ikki heilt ókent og óhoyrt á Eiði, og søgan sigur, at Rólant Poulsen áður hevur átt sín lut í slíkum leiki.
Fyri tólv árum síðani – á bygdarráðsvalinum í 2000 – vann listi A fimm limir í bygdarráðið á Eiði, og listi B vann tveir limir. Hesir báðir á B listanum vóru Tordur Niclasen og Rólant Poulsen. Tað eydnaðist teimum at fáa tveir av teimum fimm á lista B í sín part og at velja Tord Niclasen sum formann.
Tann einasti í nývalda bygdarráðnum, sum var við fyri tólv árum síðani, tá ið tað eydnaðist minnilutanum við tveimum at vinna sær meirilutan í bygdarráðnum, er Rólant Poulsen. Fyri hini seks í nývalda bygdarráðnum kann tað vera óhoyrt, at minnilutin verður til meiriluta, tí onkur í meirilutanum velur at taka undir við minnilutanum.
Men ikki fyri Rólant Poulsen!