– Hjá okkum er tað ikki ein trupulleiki, at heilsuskúlin er í Suðuroy. Tað sigur Rakul í Gerðinum, forkvinna í Heilsurøktarafelagnum.
Samgongan ætlar at gera eina útbúgving fyri pedagoghjálparfólk og tann útbúgvingin skal leggjast í skúladeplinum í Suðuroy.
Men tað hava bæði Pedagogfelagið og hjálparfólkafelagið, mótmælt, tí tey halda, at tað er alt ov langt, og alt ov strævið at fara til Suðuroyar at ganga í skúla.
Les eisini: Alt ov strævið at fara til Suðuroyar í skúla
Les eisini: Tað er skeivt at leggja skúlan í Suðuroy
Eitt fakfelag, sum hevur drúgvar royndir av skúladeplinum í Suðuroy, er Heilsirøktarafelagið, tí heilsurøktarar eru útbúnir á skúlanum í nógv ár.
Men ímeðan feløgini hjá komandi næmingum halda, at tað er ein trupulleiki, heldur felagið hjá núverandi næmingum, ikki, at tað er nakað at tosa um. Forkvinnan í Heilsurøktarfelagnum heldur nevniliga ikki, at tað er nakar trupulleiki at ein útbúgving er í Suðuroy.
– Hjá okkum hevur tað ikki verið nakar trupulleiki at fáa nóg nógvar næmingar at útbúgva seg, hóast skúlin er í Suðuroy, sigur hon.
Hon sigur kortini, at tey fáa onkrar einstakar fyrispurningar um fjarlestur, tí at næmingar ikki hætta sær suður av einhvørjari orsøk. Men tað er ikki ein trupulleiki, tey hugsa um.
Rakul í Gerðinum sigur, at tvørtur ímóti hoyra tey ofta frá næmingum, at tað er gott at skúlin er í Suðuroy, tí so eru tey burtur frá øllum tí dagliga og fáa frið til at hugsavna seg um at ganga í skúla.
– So hetta er ikki ein trupulleiki, vit hugsa um, sigur Rakul í Gerðinum.