Tað er ikki bara bara...

Sjálvt um vindurin í morgun er minkaður niður í lítið og lætt, hevur sjógvurin ikki lagt seg.

Sjálvt um vindurin í morgun er minkaður burtur í lítið og lætt, hevur sjógvurin ikki lagt seg. Brim er í sjónum, har ætt og streymur spæla ímóti hvørjum øðrum.

 

Tá strandfaraskipið Teistin skuldi leggja at í Skopun á veg av Gomlurætt um 08-tíðina í morgun til fráferð úr Skopun aftur klokkan 08.10, slapp hann ikki inn í havnina beinanvegin.

 

Teistin lá út fyri Skopun og bíðaði eftir løtuni í einar 20 minuttir og er soleiðis nakað seinkaður úr Skopun. Soleiðis, sum viðhefta mynd vísir, er væl av brimi í Skopun í morgun.