Tað er ikki býráðið í Havn sum eigur apuna

Landsstýrið skal ikki sleppa at trýsta ein trupulleika, sum Landið eigur allan sum hann er, yvir á Tórshavnar Býráð

Tað er ikki Tórshavna Býráð, sum eigur apuna. 

Tað gjørdi býráðslimir í Havn greitt á seinasta býráðsfundi, skrivar Sosialurin í dag.

Hóast tað verður farið undir at gera Sandoyartunnilin í summar, er framvegis ikki greitt, hvat skal gerast við alt grótið, sum kemur úr Tunlinum á Gomlurætt.

Upprunaliga ætlaði tunlafelagið at tyrva grótið í haganum, men nógv hildu tað vera spell, tí, tí tey halda, at hetta er tað sama um at tað fer fyri skeyti.

Síðani varð tosað um brúka grót til at gera eitt ídnaðarøki á Gomlurætt og ein avtalað varð gjørd, har tunlafelagið ger økið, sum verður 30.000 til 50.000 fermetrar, men at kommunan síðani skal yvirtaka tað fyri 28 milliónir.

Tá er økið bara grovplanerað, men so skal kommunan brúka fleiri milliónir upp á økið afturat til at leggja káplar og leiðingar av ymsum slagi, og so verður økið ov dýrt, sigur hann.

Undir viðgerðini í býráðnum hava býráðslimir tískil kravt, at tunlafelagið eisini skal slætta og planera øki. Men tað vil tunlafelagið ikki, tí tey vilja halda seg til upprunaligu avtaluna og vilja ikki spýta meiri pening í økið.

Teitur Samuelsen, stjóri í tunlafelagnum, hevur áður sagt, at fæst eingin onnur avtala, verður hildið fast um upprunaligu ætlanina um at tyrva grótið oman fyri Velbastað.

Annika Olsen, borgarstjóri, helt, at tann ringasta loysnin av øllum er at tyrva tað.

Hon sigur, at samráðingarnar við tunlafelagið gingu væl - líka til spurningurin um planeringina varð reistur.

– Vildi tunlafelagið víst ein góðan vilja, hevði tað esini goldið fyri asfaltering og fyri at gjørt økið klárt at brúka, heldur borgarstjórin.

Hon vísir á, at Landið eigur Gomlurætt, og tað stendur teimum frítt fyri at brúka grótið til tað, ella hvat Landið annars vil brúka tað til. Men nú roynir landsmyndugleikin at blaka apuna yvir á kommuna, og tað hóvar mær ikki, segði hon.

Sosialurin skrivar, tískil halda býráðslimir í Havn, at nú má Heðin Mortensen, landsstýrismaður í samferðslumálum, vísa ein vilja og taka ábyrgdina á seg, heldur hon.

– Vit skulu gera tað púra greitt, at tað er Landið, sum hevur ábyrgdina, og tað er eisini Landið, sum hevur skyldina, skuldi tað hent, at grótið fer fyri skeyti.

Blaðið sigur, at av tí sama staðfestu býráðslimir, at teir eru ikki sinnaðir at brúka meiri enn tær 28 milliónirnar upp á at fáa eitt ídanaðarøki á Gomlurætt - og sostatt er framvegis eingin semja um grótið, hóast tað nú eru nakrir heilt fáir mánaðir til borin verður settur á. Ætlanin er nevniliga at seta á at borga á Gomlurætt beint eftir summarferiuna.