Tað er hugstoytt at áhugin at svara er so lítil

Serliga eru tey vónbrotin av Fólkaflokkinum, Sjálvstýri og Tjóðveldi

Hvat ætla teir politisku flokkarnir at gera fyri at fáa líka nógvar kvinnur sum menn, at stilla upp til Løgtingið, sum verður í næstum. Tað var spurningurin, Demokratia, sum virkar fyri at fáa fleiri kvinnur upp í politikk, sendi teimum ymsu politiskum flokkum fyrr í ár.

 

Allir flokkarnir, uttan Sambandsflokkurin fingu spurningin frá Demokratia, tí Sambandsflokkurin hevur havt eina lýsingaherferð fyri at fáa kvinnur at stilla upp. Tey hava heldur ikki sent Framtak, av tí at flokkurin ikki var alment skrásettur tá.

 

Nú tað er 8. mars, hava bara tríggir flokkar svarað, Javnaðarflokkurin, Framsókn og Miðflokkurin. Hinvegin harmast Demokratia um, at Fólkaflokkurin, Sjálvstýri og Tjóðveldi ikki hava svarað, men tey vóna, at flokkarnir kortini fara at gera sítt til at fáa javnvág ímillum kynini á uppstillingarlistunum.

 

Men tað er hugstoytt, at so lítil áhugi er at svara fyrispurningi okkara, siga tey í Demokratia.


Men annars sigur Javnaðarflokkurin, at tað stendur í viðtøkunum fyri flokkin, at tað skal vera javnstøða ímillum kynini á valevnislistanum. Á seinasta fólkatingsvali høvdu tey 100 prosent javnstøðu, men á løgtingsvalinum vóru 33 prosent av valevnunum, kvinnur.

 

Og higartil eru tað líka nógvar kvinnur, sum tað eru menn, ið bjóða seg fram at stilla upp fyri Javnaðarflokkin á løgtingsvalinum, sum verður í næstum.

 

Framsókn sigur, at fyri tey er javnstøða ein sjálvsagdur lutur og at tað hevur eydnast higartil. Og Miðflokkurin sigur, at tey meta styrkirnar hjá báðum kynum líka høgt, men at tað annars stendur til hvønn einstakan at taka støðu til at stilla upp til valið.

 

– Miðflokkurin trýr uppá kvinnur eins og menn, men neyðugt er, at kvinnurnar sjálvar melda seg inn í kampin, men tað skal ikki gerast við lóg, ella við at geva teimum serligar sømdir, sigur Miðflokkurin.