Tað er áhugavert at seta pening í vinnur við útfluningspotentiali

Stjórin í Framtaksgrunninum var væl nøgdur við ráðstevnuna At Fóta Sær Í London, ið gav honum innlit í vinnur, ið hann nærum onga vitan hevði um frammanundan.

Funky Faroe Islands

Niels Dann West stjóri í Framtaksgrunninum var millum luttakararnar á føroysku ráðstevnuni At Fóta Sær í London í farnu viku. Hann sigur við Sosialin, at hann fekk nógv burtur úr túrinum í London.
- Tað var ikki torført hjá mær at læra nakað um mentanarligar vinnur sum tónleik og móta, tí eg hevði so óalmindiliga avmarkaða vitan um hetta áðrenn ferðina, sigur Niels Dann West og heldur fram
- Eitt sum yvirraskaði meg var, at tað sum fakfólki við pallborðið legði dent á, at tú skalt leggja fram fyri fíggingarstovnum og øðrum íleggjarum er businessplanir og grundgivnar ætlanir, júst eins og í øllum øðrum fyritøkum. Hetta er gott fyri okkum, tí tá er lættari hjá okkum sum íleggjara at fyrihalda okkum til fyritøkur og teirra virksemi.
Á ferðini vóru eisini fleiri vinnurekandi innan bæði mótaídnaðin og tónleikin, vit spurdu Niels Dann West, um nakrar konkretar samrøður høvdu verið við nøkur av hesum virkjum.
- Eg hevði nøkur áhugaverd prát við nakrar av luttakarunum, sigur hann. Hann vísir á, at higartil hevur framtaksgrunnurin bert sett pening í føroyskar verkætlanir, og hetta kann vera eitt sindur avmarkandi um virkið er skrásett uttanlands. Men hetta merkir ikki, at okkurt av virkseminum hjá virkinum ikki kann vera uttanlands. Vit vilja fegin leggja pening í vinnur við útflutningspotentiali.
Á ráðstevnuni vóru pallborðsfundir, framløgur og eitt PR tiltak. Niels Dann West sigur, at hann heldur  at fyriskipanin tyktist væl úr hondum greidd, har var í øllum førum einki, ið hann dugdi at seta ein prikk á. - Eg haldi tað er eitt gott hugskot at Menningarstovan fer undir tílík tiltøk, tí um tú skalt út á altjóða marknaðin við tónleiki og móta, so vildi eg mett, at tað er munandi lættari at fáa fatur á rætta fólkinum í London, enn at fáa tey øll til Føroyar. Tó havi eg ikki førleika at meta um, júst London er rætta staðið ella ei.