Tað er hatta slagið

Eygamálið: Vit hava eina øgiliga trongd til at flokka fólk í ymsar bólkar.

Annika Sølvará, stjóri fyri Granskingarráðið
--------

Í Føroyum eru øll líka fyri lógini, ella – ikki russar og ikki samkynd og ikki ...

Vit hava eina øgiliga trongd til at flokka fólk í ymsar bólkar. Vit flokka eftir familju, bústaði, sosialum stigi, politiskum liti, kynsligari sannføring og ikki minst eftir fólkaslagi. Hetta gera vit helst øll meira og minni tilvitað og tað er tað í sær sjálvum ikki nakað forgjørt í. Vit flokka eisini okkum sjálvi saman við øðrum líkum.

Tað er hinvegin sera ræðandi at síggja, hvussu skjótt summi fólk verða dømd í almenna rúminum og av skip­anin, um tey traðka við síðuna av. Tað er serliga grelt, um talan er um onkran, sum hoyrir til ein bólk við lágari tign.

Eitt klassadømi um hetta er málið um 23 ára gamlan russiska sjómannin, sum fór í býin í Klaksvík leygar­kvøldið, bleiv alt í verðini ov fullur, gjørdi sína lívs býtt­astu gerð og nú helst hevur oyðilagt sær framtíð sína.

Tað finst eingin umbering fyri brotsverkið, sum hann hevur játtað at hava framt, og sjálvandi skal hann hava ein hóskandi dóm. Tað kann tó undra, hvussu hetta málið, sum hóast alt ikki hoyrir til tey allarstørstu brotsverkini her í landinum seinastu árini, kann geva eina so skjóta reaktiónstíð í rættar­skipanini. Onnur brotsverk verða kannað í vikur og mánaðir. Kann tað hugsast, at rættarskipanin letur seg ávirka av fólksins rødd – rópum - í einum slíkum máli?

Fólksins dómur var skjótur um hendan mannin og hansara fólkaslag. Tað varð beinanvegin nevnt í miðlu­num, at gerningsmaðurin helst var russari. Hóast prógv á staðnum bendi á hetta, er hetta púra óneyðug upplýsing. Tað er eingin orsøk at siga hetta, í øllum førum ikki fyrr enn hetta er staðfest av løgregluni og viðkomandi er handtikin og skuldsettur. Hevði tað verið sagt, um prógv bendu á, at maðurin var leirvíkingur ella fuglfirðingur? Um hann nú hevði mist ein lyklaring við búmerkinum hjá einum fótbóltsfelag ella einum arbeiðsplássi? Neyvan.

Miðlarnir hava eina helt serliga ábyrgd av at viga, hvørjir upplýsingar eru neyðugir og hóskandi í sambandi við umrøðu av møguligum brotsverkum. Teir leggja linjuna og haðani gongur tað bara ein veg – polarisering.

Áðrenn ungi maðurin varð dømdur í Føroya Rætti, vóru longu fleiri niðrandi viðmerkingar um hann og hansara samstarvsfelagar at lesa á Facebook. Her eru nakrar teirra:
“Koyr hatta pakki ur Landinum - kann ikki brukast til nakaf ?”
“Blaka hatta pakkid til h.... avstadaftur, kanska hatta gevur nakrar kr i kommunukassan, men i mun til prisin vit gjalda fyri at hava teir liggjandi, so er tad onki at snakka um”

Eingin nevndur, eingin gloymdur – allir russar skornir yvir ein kamb.

Tíbetur eru tað fleiri, sum tala at við fleiri góðum og sak­ligum viðmerkingum. Tað skerst tó ikki burtur, at hugburðurin mótvegis russarunum í landinum er rætti­liga negativur og tað skal lítið til at fáa fordómarnar fram. Hetta er skammiligt, tí hóast tað hava verið nakrar hendingar við russarum íblandaðum, so er ein ósekur, til tað øvugta er prógvað. Hetta er galdandi bæði fyri einstaklingar og bólkar, russar sum klaksvíkingar.