Tað er háspenningur í luftini

Aftur í kvøld vera lyklauppgerðir millum lið bæði í botninum og toppinum av støðutalvuni

Í kvøld klokkan 19 fer bólturin á rull í trimum støðum. Grannauppgerð verður í Sarpugerði, har grannarnir báðu megin Varmakeldueið fara at kappast um, hvat av hesum liðunum skal vera nummar fimm.

Á Skála verður TB gestur, og har fer úrslitið at gera av, um Skála framvegis skal vera aftast, ella um Svartiper skal vera í viðførinum hjá gestunum, tá ið teir fara suðuraftur.

Í klassikaranum í Gundadali millum HB og KÍ verður avgjørt, um sigursrøðin hjá heimaliðnum skal halda fram, ella um tað aftur skal verða spenningur í toppinum.

 

Í gjárkvøldið endaði tað 1-1 á Argjum, har AB hevði vitjan av EB/Streymi, sum javnaði í síðstu løtu.

Janus Svabo Samuelsen legði heimaliðið framum stutt undan steðginum, og sambært FM1 var tað Niklas T. Kruse, sum í 91. minutti javnaði til 1-1. Á dómaraseðlinum stendur, at tað var Adeshina Lawal, sum gjørdi sjálvmál í 80. minutti. Har er okkurt, sum eigur at rættast. At málið varð skorað í tíðini, sum dómarin legði aftrat, er einki at ivast í. Um málið skal skrásetast sum sjálvmál, er upp til dómaran at gera av.

Tað endaði eisini 1-1 í Gundadali, har B36 hevði vitjan av NSÍ, sum javnaði miðskeiðis í seinna hálvleiki við fyrstu veruligu royndini ímóti heimamálinum. Tað úrslitið ber við sær, at NSÍ undan dystunum í kvøld er fýra stig frá HB, og at B36 er fimm stig frá HB.

 

Í kvøld

Víkingur – ÍF: Bjarki Danielsen kl. 19.00

Skála – TB: Jóhan Hendrik Ellefsen kl. 18.00

HB – KÍ: Alex Troleis kl. 19.00

 

Í gjár

B36 – NSÍ 1-1 (1-0)

1-0: Sebastian Pingel 3.

1-1: Petur Knudsen 67.

Dómari: Kári J. á Høvdanum

B36: Rói Mørk Hentze – Erlendur Magnussen, Andrias H. Eriksen, Sonni Ragnar Nattestad, Alex Mellemgaard (Benjamin Heinesen, 80.) – Eli Falkvard Nielsen, Michal Przybylski – Árni Frederiksberg, Sebastian Radosavljevic (Brian Jakobsen, 85.), Meinhard E. Olsen – Sebastian Pingel

Gult kort: Stefan Radosavljevic, Árni Frederiksberg, Meinhard E. Olsen

Reytt kort: Jákup á Borg (B36 venjarin) 80. (2 gul kort)

Venjari: Jákup á Borg

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft Nielsen – Bárður J. Hansen (Pætur Hentze, 61.), Búi Egilsson (Aron Knudsen, 41.), Betuel Hansen, Mórits Heini Mortensen, Jann S. Benjaminsen – Petur Knudsen (Steffan Løkin, 92.), Klæmint A. Olsen

 

Gult kort: Búi Egilsson, Aron Knudsen, Pætur Hentze

Venjari: Glenn Ståhl

 

AB – EB/Streymur 1-1 (1-0)

1-0: Janus Svabo Samuelsen 39.

1-1: Niklas T. Kruse 91.

Dómari: Aron Sofus Vest

AB: Silas Eyðsteinsson – Tróndur J. á Høvdanum, Sørin N. Samuelsen, Bjarni Skála – Jákup Pauli Breckmann, Jesper Van Der Heyden, Janus Svabo Samuelsen, Asbjørn Heðinsson – Bartal S. Petersen (Tóki á Lofti, 75.), Jón Krosslá Poulsen (Adeshina Lawal, 53.), Bjarki C. Nielsen

Gult kort: Tróndur J. á Høvdanum, Asbjørn Heðinsson, Bartal S. Petersen, Bjarni Skála

Reytt kort: Asbjørn Heðinsson 93.

Venjarar: Tonny Brimsvík og Símun Samuelsen

EB/Streymur: Rói Zachariasen – Petur Zachariasen, Árni G. Olsen, Andras Ó. Olsen, Ragnar Danielsen – Fannhard Skoradal (Rói H. Olsen, 74.), Gestur Bogason Damm (Gutti Dahl-Olsen, 64.) – Niklas T. Kruse, Teitur H. Johannesen, Teitur D. Olsen (Símun Sólheim, 64.) – Arnbjørn T. Hansen

Gult kort: Niklas T. Kruse, Petur Zachariasen, Gutti Dahl-Olsen

Venjari: Jákup Martin Joensen

 

HB770020321
NSÍ852120417
751120616
B368512231316
Víkingur7322111111
ÍF7313101610
EB/Streymur82156147
AB80354233
TB70253112
Skála70166221