Mikudagin í dimbildagavikuni, 28. mars, vóru 82 ár síðani, at B36 varð stovnað. Í dag eigur árstalsfelagið fyrsta heimadystin í ár. Eftir tvær ferðir í Eysturoy – tap á Eiði og sigur á Skála – verður B36 seinnapartin vertur, og HB verður gestur í Gundadali.
Tølini siga, at grannauppgerðirnar eru javnar. Síðani 1999 hava tað verið 51 grannauppgerðir í landskappingini. B36 hevur vunnið seytjan ferðir, HB hevur vunnið fimtan ferðir, og nítjan ferðir er tað endaði javnt. Í fjør endaði tað allar tríggjar ferðirnar við javnleiki.
-Tað var kærkomið, at vit reistu okkum á Skála eftir tap á Eiði. Síðstu vikurnar hava vit havt fult fokus á grannauppgerðini ídag. Hugburðurin og harvið tað, sum vit leggja í, fer at hava avgerandi týdning og ikki minst stuðulin frá áskoðarunum, tí royndirnar siga, at tað kann koppa báðar vegir, tá ið B36 og HB spæla, sigur B36 venjarin Jákup á Borg.
Róaldur Jakobsen fór av vøllinum miðskeiðis í seinna hálvleiki á Skála, men hann er tøkur ídag.
HB vann fyrstu stigini í 2-1 heimasigrinum ímóti Víkingi:
-Sigurin var sera kærkomin. Eftir langa landsliðssteðgin kennist tað sum um, at tað er nú, at tað av álvara verður farið undir kappingina, og ímóti B36 er altíð talan um stóra avbjóðing. Hugaligt var tað ímóti Víkingi, at fleiri av óroyndu monnunum stóðu royndina, so nú er tað meiri kapping um plássini, sigur HB veteranurin Símun Samuelsen.
Tað hevur verið roknað nógv við Aleksandar Stankov, men higartil hevur hann verið so mikið darvaður av skaðum, at hann ikki hevur spælt. Miðverjarnir Bartal Wardum og Brynjar Hlöðversson eru komnir fyri seg, eftir at skaðar hava hildið teimum burtur frá teimum fyrstu ellivu. Í HB rokna tey eisini nógv við Teit Jacobsen, sum ímóti Víkingi var fyrstu ferð á liðnum, síðani hann varð leigaður úr SønderjyskE.