Tað er hált á vegunum dag

Landsverk boðar frá hálku á fleiri støðum

Tað fór at kava í gjár, og kavin liggur enn nógva staðni kring landið í dag. Tað er kalt, og boðað verður frá hálku um alt landið. Koyrilíkindini eru tískil ikki góð, og Landsverk mælir altíð bilførarum til at koyra varliga í vetrarferðsluni.

 

- Lat ferðina taka ta tíð, sum krevst og halt fjarstøðu frá bilinum frammanfyri. Koyr altíð eftir umstøðunum, stendur skriva á heimasíðuni.

 

Landsverk boðar frá hálku í hesum støðum (um klokkan 11):

 

Gerðabøur í Klaksvík

Høgareyn

Oyggjarvegur við Norðadalsskarð 

Dalavegur til Viðareiðis

Gjáarskarð

Hvalba (kl. 14:34)