Tað er ógreitt við Halli

Føroyski landsliðsleikarin var undir skurði í juni.

Hallur Hansson hevur ikki verið á vøllinum síðani í juni, tá ið hann varð skurðviðgjørdur fyri eitt brot í fótinum, og tískil hevur hann ikki fingið fyrstu dystirnar av Superliguni við.


Bo Henriksen, venjari hjá Halli og teimum í AC Horsens, sigur við heimasíðuna bold.dk, at tað framvegis er ógreitt hvussu leingi Hallur Hansson má sita uttanfyri.


Av tí sama er AC Horsens ikki væl mannað á miðvøllinum, men í gjár gjørdi felagið sáttmála við 23 ára gamla miðvallaran, Bjarke Jacobsen, sum kemur til úr Vendsyssel FF.


AC Horsens, sum hevur vunnið tveir av fyrstu trimum dystunum í Superliguni, fær í morgin vitjan av Silkeborg.