Tað er gott lag á norðoyastevnu

Klaksvíkingur var púra suverenur, tá ið punktum varð sett fyri fyrsta FM róðrinum í ár

Lagið er gott millum heimafólkið á norðoyastevnu í Klaksvík.

Í næstsíðstu kappingini vóru tað dreingirnir umborð á Fípuni Føgru, sum við sannførandi sigri vístu, at framtíðin sær bjørt út fyri kappróðurin í Klaksvík.

Og nú settu ungu menninir og nýggja manningin á Klaksvíkingi framúr punktum.

Klaksvíkingur sprakk avstað. Tað var skjótt, at hann var eina hálva bátslongd undan teimum næstu, og so øktist fjarstøðan stútt og støðugt. Tá ið Klaksvíkingur fór um málið var meiri enn ein bátslond aftur til avbjóðaran.

 

Drekin Reyði vann kappingina við Ormin Langa um næstfremsta plássið. Tað var sera tætt millum hesar báðar bátarnar.

Havnarbáturin var beinanvegin aftanfyri allar hinar tríggjar, og á málinum var ein bátslongd fram til Ormin Langa og meiri enn tvær bátslongdir fram til Klaksvíking.

 

Nú gellur fýrverkið í dýrdarveðrinum kring vánna, og tað eigur at vera góð fyritreyt at halda fram á norðoyastevnu í Klaksvík, har skráin er tætt pakkað.

 

 

1.Klaksvíkingur 04.12.10

2.Drekin Reyði 04.16.07

3.Ormurin Langi 04.16.21

4.Havnarbáturin 04.19.18