? Tað er gott at vera í Føroyum

-Mærsk Mc-Kinney Møller skal vera vælkomin til Føroya, sigur løgmaður

Edvard Joensen og Jan Müller

Myndir: Jens K Vang


-Tað er gott at vera í Føroyum vóru mest sum tað einasta vit fingu burtur úr einum annars fryntligum Mærsk Mc-Kinney Møller, tá hann á middegi í gjár kom til Føroya við Mærsk flogfarinum úr Keypmannahavn. Veðrið var tó einki at reypað av, vindur og regn, men hetta helt danski ferðamaðurin vit bara mugu liva við. -Veðrið mugu vit bara tað sum Várharra gevur okkum tað segði tann 84 ára gamli danski stórvinnulívsmaðurin, tá hann saman við tveimum av sínum næstu medarbeiðarum fór til Bíggjar.

Við Mærsk Mc-Kinney á Føroyaferðini eru eisini Troels Dilling, sum er ein av oddamonnunum í AP Møller fyritøkuni og síðani skrivarin hjá Møllermanninum, Lars Erik Brenø.

Tað vóru teir báðir Lars Larsen og Uni Danielsen frá Flogfelag Føroya og Mærskumboð í Føroyu, sum stóðu fyri mest múgvandi dananum, tá hann kom til Vágarnar í gjár. Har var so eisini Finnbogi Niclassen, flogvallarovasti, sum eisini er gamal mærskstýrimaður. Eisini býráðsformaðurin í Sørvági, Petur Kruse hevði lagt leiðina niðan á flogvøllin at taka ímóti Mærsk Mc-Kinney.

Haðani var farið til Bíggjar, har danska ferðalagið hevði høvið at síggja stórbara og vakra Tindhólm frá aðrari síðu enn úr luftini.

Seinnapartin í gjár gekk leiðin til Havnar, har vitjað varð á Sjómansskúlanum og Maskinmeistaraskúlanum. Eisini gekk leiðin út í Tinganes, har løgmaður tók ímóti. Síðani varð farið umborð á Norðlýsið, har Birgir Enni og annað gott fólk førdi stórreiðaran út á fjørðin.


Hann skal vera vælkomin

Seinnapartin í gjár vitjaði Mærsk Mc- Kinney Møller í Tinganesi, har hann m.a. hitti Anfinn Kallsberg, løgmann.

Løgmaður sigur í eini stuttari viðmerking, at Mærsk Mc-Kinney Møller skal vera hjartaliga vælkomin í Føroyum.

Uppá fyrispurning um slík vitjan ikki eisini kann fáar vinnuligan týdning sigur løgmaður, at tað er heilt náttúrligt, at ein so stór fyritøka, sum hevur havt so stórt samskifti við Føroyar og føroyingar, eisini hevur ein áhuga í at vera við í menningini her á landi.

-Er tað oljan man hugsar um, so hevur tað væl saktans eisini áhuga hjá teimum at vera við, tí teir arbeiða jú á hesum økinum.

Annfinn Kallsberg leggur aftrat, at AP Møller skal vera vælkomið at gera íløgur í m.a. hesa vinnu á jøvnum føti við allar aðrar.