Tað er frálíkt, at vit nú fáa møguleikan at fáa fiskakvotur, sum eru markaðar til Havnina. Tað heldur Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðarafelag.
Tað sigur hann eftir at Løgtingið hevur samtykt at 8,5 prosent av kvotum undan Føroyum, skulu útlutast sum menningakvotur til øki, sum eru undirumboðað í fiskivinnuni, og har arbeiðsloysið er størri enn aðrastaðni. Og nettupp Havnin er nevnt sum eitt øki, sum kann fáa eina slíka menningarkvotu, og tað fegnast formaðurin í Havnar Arbeiðarafelag um.
Men akkurát hvat hesar kvotur skulu brúkast til, hevur hann ikki havt stundir at hugsað so nógv um tí at hetta er heilt spildurnýtt.
Heðin Mortensen, løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, hevur víst á, at nú er møguleikin at fáa fiskaarbeiði aftur á Vestaru Bryggju, men Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá býráðnum í Havn, skilir ikki hetta sjónarmiðið, tí har er so nógv virksemi, at tað er ikki pláss fyri meiri.
Hans Joensen sigur, at tað kann væl vera, at tað er trongligt á Vestaru bryggju, men Tórshavnar Kommuna er annað og meiri enn Vestara Bryggja, tí hon røkkur heilt til Kollafjarðar. Tí heldur hann, at vinuligir møguleikar kunnu saktans vísa seg, sum menningarkvoturnar kunnu vera grundarlagið undir.
Hann sigur at felagið átti maskinur á gamla Bacalao, og hóast kommunan vísti stóra vælvild, vórðu tey at enda noydd at selja maskinurnar.
Annars var áhugi fyri at lata Bacalao út aftur, men ætlanin kollsigldu, tí ongin trygd fæst fyri, at eitt slíkt virki fekk fisk at arbeiða. Tað kunnu menningarkvoturnar broyta, og hava vit tær, hava vit í øllum førum møguleikan, sigur Hans Joensen.