Terji Nielsen
valevni Fólkafloksins til býráðsvalið í Havn
Sitandi býráðssamgonga hevur undir leiðslu fólkaflokksins gjørt eitt megnararbeiði seinastu fýra árini. Skuldin hjá kommununi er at kalla burtur, og harumframt eru fleiri onnur tung mál loyst.
Eitt nú er trupulleikin við vantandi barnaansing loyst-ur, soleiðis at foreldur nú fáa tilboð um ansing, tá ið barnsburðarfarloyvi er liðugt.
Á ferðsluøkinum er eisini nógv hent. Býráðið hevur syrgt fyri rundkoyringum bæði við Hvítanesvegin, við Sundsvegin, á Frælsinum og ávegis út á Argir. Hetta hevur ført við sær, at ferðslan í Havnini í dag glíður nógv betur enn áður.
Arbeiðið er eisini farið í gongd við at útvega fleiri røktarpláss til tey eldru, og til dømis lat Tjarnargarður upp herfyri. Tó er framveg-is tørvur á nógvum plássum, og hetta eigur at raðfestast ovarlaga.
Um tú vil tryggja tær, at hesin framburður heldur fram í Tórshavnar komm-unu, er tað av stórum týdn-ingi, at tú velur fólkaflokkin á býráðsvalinum.
Tað er gott at búgva í kommununi, og fólkaflokkurin er tín trygd fyri, at tað framhaldandi verður gott at verða borgari í Havn.
Um tú lítur aftur um bak og sær alt, sum er fingið av skafti, so ivast tú ikki í, hvar krossurin skal setast.
Um valdur i býráðið, vil eg m. a. arbeiða fyri:
-frítíðarskúlatilboði til 2. og 3. flokk
-fleiri røktarplássum til okkara eldru
-einum venjingar- og framførsluhøli til tónleikarar í býnum
-betri umstøðum hjá fótgangarum og fólki á súkklu
- hægri barnafrádrátti
-einari fríhavn í kommununi
- meiri og betri kunning til borgararnar