Tá tú ert komin tvørturum bryrnar um Sandá og út á Argir, ert tú komin út á bygd. Har andar friðarligt og bygdasligt, serliga niðri í gomlu bygdini, har gomlu smáu húsini troka seg saman millum grønar teigar. Á Hamrinum og undir Kongavarða hava nýbyggjarar og skúlin skapt ein nýggjan og spennandi býling.
Hesi viðurskifti á Argjum haldi eg tað er neyðugt at arbeiða víðari við í býráðnum:
· Gera gøtuna fram við Sandá lidna, frá bóndanum og út til gomlu, fyrstu brúnna um Sandá
· Tað er alneyðugt at skipa ferðslu- og parkeringsviðurskiftini kring fótbóltsvøllin betri, tí verður hetta eitt av fyrstu arbeiðinum, ið farast skal undir
· Fótbóltsvøllurin í Vika skal skiftast í seinasta lagi á sumri 2022
· Vegatrongin við støðna, út á Argjaboða, skal breiðkast og gerast ferðslutryggur. Ístaðin fyri at fylla upp, eigur dekk at verða lagt í niðara borð, soleiðis at, samstundis sum vegurin breiðkast, ber til at hava virksemi undir dekki niðri á støðni
· Loysn skal finnast á vegnum út á Glyvursnes, soleiðis at kommunan kann yvirtaka hann heilt ella lutvíst og gera ein góðan og tryggan veg, serliga fyrsta petti omanfyri raðhúsini
ovast á Hamrinum.
· Nýggjur barnagarður verður bygdur í 21 og 22 og gamli Dagstovnurin á Argjum verður tikin niður.
· Lívd fyri vesturættini á fótbóltsvøllinum. Tað eigur at kannast um tilber at planta ella skapa okkurt slag av veggi til lívd, so umstøður hjá spælarum og áskoðarum gerast frægari, teir dagar, tá hann leikar harðast á av vesturættini.
· Stuðla bóndrunum í at skipa gøtuna niðan á Kongavarða, Kirkjubøgøtuna og aðra gongd í haganum, so seyðahaldið sampakkar við møguleikan hjá borgarum at ganga í haganum
· Finna loysn við einum torgi við minnisvarðan, soleiðis at borgarar hava hug at savnast har.
· Kommunan skal útvega handilsøkið á Argjum, vit skulu geva vinnulívinum sømdir við góðari parkering og atkomu fyri øll.
· Loysa vandamiklu ferðslustøðuna við svingið inn til Undir Kongavarða
· Betri gøtur oman av Undir Kongavarða, trappur heldur enn brøttu gøtuna oman til tunnilin undir Glyvursvegnum umframt at gera gøtu allar innast Undir Kongavarða oman til rundkoyringina.
Fái eg álit frá veljaranum at halda fram í býráðnum fari eg framhaldandi at arbeiða fyri trivnaðinum á Argjum, okkara hugnaligu bygd beint vestanfyri Havnina.
Gunvør Balle, varaborgarstjóri og valevni fyri Tjóðveldi