Tað er ófriðarligt á vøllinum

B36 venjarin sigur, at lítla lotið kemur væl við í øllum hitanum

Klokkan 17 verður fyrsta bríksl á Victoria stadion í Gibraltar, har setningurin hjá B36 verður at vinna seg í næsta umfar í Europa League. Fyri einari viku síðani endaði tað 1-1 í Gundadali.

 

Í gjárkvøldið vandi B36 á dystarvøllinum. Talan er um graslíkisvøll, og tað plagar at verða tikið til, hvussu torført tað er at spæla á hesum vøllinum.

-Undirlagið er skift fyrr í ár, so tað er frægari nú, enn tað hevur verið. Men vit sóu, hvussu bólturin hoppar í staðin fyri bara at trilla, og tað ber øðrvísi avbjóðing við sær, sigur Jákup á Borg úr Gibraltar.

 

Eftir taktikkfund og hvíld er B36 liðið farið undir síðstu fyrireikingarnar. Tað verður roknað við, at liðið verður tað sama, sum spældi fyri einari viku síðani. Ivamálið er Andrias H. Eriksen, sum var vongverji í høgru. Hann er skaðadarvaður. Um hann ikki verður førur fyri at spæla, so verður Bjarni Petersen vongverji ella kanska Ragnar Samuelsen.

 

Tað er heitt, og tað er bági fyri teir í B36:

-Tíbetur er eitt lítið lot, sum hevur við sær, at tað kennist eitt sindur svalligari, enn tað annars hevði gjørt, sigur B36 venjarin.

 

Dómarabólkurin er úr Luksemborg. Dómarin eitur Christophe Pires, hjálpardómarar eru Daniel Da Costa og Gilles Francois Becker. Fjórði dómari er Ricardo Morais.