SUPERLIGAN
Sunnudagin 22. juni verður greitt, hvør hevur vunnið danska meistaraskapin í fótbólti, hvør skal umboða Danmark í Europa Cup kappingunum, og hvørji tey bæði feløgini vera, sum skulu tungu leiðina niður í næstbestu deildina.
At tað verður FCK ella Brøndby, sum fer at taka ímóti DM steypinum, er eingin ivi um. Tað skal vilja heilt illa til hjá Farum, um teir í fyrstu royndini nakrantíð í bestu deildini ikki fara at vinna bronsukrónurnar. Um teir ikki fara at megna tað, so er í løtuni størsta hóttanin at finna í FCM, men hon er ikki serliga stór.
Í botninum er spenningurin rættuliga stórur. Køge er aftast við 27 stigum. Teir eru, nú tað eru seks umfør eftir at spæla, fimm stig frá bjargingar plássinum, og tað er ilt at fáa eyga á, hvussu teir skulu sleppa undan niðurflyting. Men Køge hevur ikki heilt slept endanum. Sunnudagin høvdu teir vitjan av FCM, sum er nummar fýra. Dysturin endaði 1?1. Undan hesum umfarinum hevði Køge tapt fimm ferðir á rað.
Hóast teir fingu 1?1 í Brøndby, so eru teir í AGF framvegis næstaftast, men teir hava gott mót um, at tað skal eydnast næststørsta býnum í Danmark at varðveita liðið hjá sær í superliguni.
Kostar 20 milliónir
At tað skal eydnast OB úr triði størsta býnum at varðveita sítt lið í bestu deildini er tað lítil ivi um. Verri stendur tað til hjá AaB, sum er úr fjórði størsta býnum í Danmark. Ålborgensarnir vóru sunnudagin í Odense, og teir vórðu sendir til hús við 3?1 tapi. At tað gongur av skriðuni hjá AaB sást eitt nú í, at teir gjørdu sjálvmál, tá ið OB skoraði til 1?0, og eisini tá ið teir í OB øktu til 3?0, hjálpti ein fótur hjá AaB til.
Í donsku pressuni verður nógv skrivað og tosað um, at venjarin hjá AaB kanska fer at fáa sekkin í hesi vikuni. Stjórin í felagnum rann ikki undan veruleikanum, tá ið hann eftir tapið í Odense tók bestikk av støðuni. Um AaB ikki megnar at halda seg í superliguni, so fer tað at kosta felagnum tjúgu milliónir krónur, var metingin hjá honum.
Viborg styrkti um sína støðu, tá ið teir á heimavølli vunnu 3?0 á AB, sum síðsta tíman stríddist við tíggju monnum. Svenski Viborg venjarin, Benny Lennartsson, rósti sínum spælarum og staðfesti samstundis, at enn eru ikki ? so plagar maðurin at taka til ? allar súðir syftar.
Silkebog er triði aftast, og teir iðraðu seg. Í 2. hálvleiki løgdu teir seg framum 2?0 ímóti Esbjerg, men Esbjerg kom afturíaftur og javnaði. Serliga meint mundi tað kennast í Silkeborg, at Steffen Hansen, sum Silkeborg síðsta vetur ikki metti at vera nóg góðan til teirra lið, skoraði seinna málið hjá Esbjerg.