Jógvan Mørkøre, adjunktur á Fróðskaparsetri Føroya, er so hart átalaður av ovastu leiðsluni á Setrinum, at hann nú hevur søkt um at sleppa í farloyvi.
Eftir at tað í longri tíð hava verið samskiftistrupulleikar á Fróðskaparsetrinum orsakað av arbeiðinum við sonevndu Menas-kanningini, fleyt bikarið eftir øllum at døma yvir, tá Jógvan Mørkøre, í samrøðu við Sosialin, millum annað alment managongdina í arbeiðinum at gera Menas kanningina, sum tá ikki enn var almannakunngjørd.
Mánakvøldið kundi Útvarpið so bera tey tiðindi, at Jógvan Mørkøre hevði biðið um at sleppa í farloyvi í tríggjar mánaðir.
Talufrælsi
Deildarráðsformaðurin á Søgu- og Samfelagsdeildini, Jóan Pauli Joensen, upplýsir, at Jógvan Mørkøre, ið er knýttur at deildini sum adjunktur, hevur søkt um farloyvi orsakað av ávísum trupulleikum, men leggur dent á, at talan er ikki um trupulleikar á Søgu- og Samfelagsdeildini.
Tað bar ikki til at fáa orðið á Maluna Marnersdóttir, rektara á Fróðskaparsetrinum, áðrenn blaðið fór til prentingar, men við Útvarp Føroya mánakvøldið, segði rektarin í stuttari viðmerking, at tað er rektarin, sum myndar Fróðskaparsetrið úteftir.
Spurdur um tað er nakað forgjørt í at ein adjunktur úttalar seg alment um mál, ið viðkoma Fróðskaparsetrinum, svarar Jóan Pauli Joensen, deildarráðsformaður, at tað á einum universiteti prinsipielt er hvørmans rættur at siga tað, hann vil.
- Um ein adjunktur til dømis ikki er samdur við tí, sum Fróðskaparsetrið alment førir fram, so er tað hansara fulli rættur at gera sínar egnu viðmerkingar. Tá hann úttalar seg er tað fyri egna ábyrgd og tí hevur Jógvan Mørkøre prinsipielt sæð fullan rætt til at siga hvat hann vil. Tað er umráðandi við talufrælsi, kanska serliga á einum universiteti, sigur Jóan Pauli Joensen og leggur afturat, at eftir hansara tykki var einki í vegin við mátanum, sum Jógvan Mørkøre úttalaði seg til Sosialin.
Óneyðuga hørð orð
Sambært deildarráðsleiðaranum á Søgu- og Samfelagsdeildini, botna trupulleikarnir í sambandi við Menas kanningina í, at misskiljingar hava havt við sær, at tað eru follin nøkur óneyðuga hørð orð, sum hava verið til óneyðugan ampa.
- Talan er eftir mínum tykki um eitt mál, sum er farið fullkomuliga út av proportiónum. Tað hava verið samskiftistrupulleikar í sambandi við arbeiðið at gera Menas-kanningina, men nú er úrslitið av henni almannakunngjørt, og so eiga vit at leggja tað afturum, sigur Jóan Pauli Joensen.
Hann hevur valt at viðmæla umsóknini hjá Jógvani Mørkøre um tríggjar mánaðar langt farloyvi.
- Eg vóni at Jógvan Mørkøre vendir aftur, tá teir tríggir mánaðirnir eru gingnir, og at vit tá hava lagt trupulleikarnar við Menas-kanningini afturum, sigur Jóan Pauli Joensen, deildarráðsleiðari á Søgu- og Samfelagsdeildini á Fróðskaparsetri Føroya.