Tað er eitt stig frá trý og til átta

1. DEILD: Nú er 07 Vestur fremst í kappingini um at flyta upp

Tey næstbestu eru framvegis betri enn tey bestu. Tað sigur støðutalvan soleiðis at skilja, at næstbestu liðini hjá Víkingi, NSÍ og HB eru á trimum teimum ovastu plássunum, nú átta umfør eru avgreidd í næstbestu deildini.

07 Vestur, B68, B71 og FC Hoyvík kappast um at vinna uppflyting. Tað er greitt, at í hvussu so er eitt av hesum liðunum fer at flyta upp.

B68 legði bragdliga fyri í fyrstu umførunum, men nú er tað 07 Vestur, sum er best fyri í hesi kappingini.

Víkingur og NSÍ eru greitt fremst, meðan tað bara er eitt stig frá HB á triðja plássi og aftur til KÍ, sum er á áttanda plássi.

 

Víkingur – AB 1-0 (0-0)

1-0: Óla Kristian Skála Jacobsen br 59.

 

NSÍ – B71 4-3 (2-2)

1-0: Atli Petersen 18.

1-1: Claytn Soares 26.

2-1: Jann Martin Mortensen 29.

2-2: Brian Okpala 45.

3-2: Pætur Turiðarson Skipanes 52.

3-3: Clayton Soares 58.

4-3: Hans Marius Davidsen 86.

 

B68 – KÍ 0-2 (0-1)

0-1: Bárður Hansen 44.

0-2: Hjalgrím Elttør 56.

 

07 Vestur – FC Hoyvík 3-0 (1-0)

1-0: Predrag Jeremic 6.

2-0: Ragnar Weihe 60.

3-0: Ragnar Weihe 68.

 

HB – B36 6-1 (2-0)

1-0: Hilmar Leon Jakobsen 22.

2-0: Rói av Fløtum 29.

3-0: Hilmar Leon Jakobsen 64.

4-0: Rókur av Fløtum Jespersen 70.

5-0: Levi Hanssen 78.

6-0: Dánjal Leifsson 81.

6-1: Sámal Jákup Jacobsen 86.

 

Víkingur862018820
NSÍ8521261717
HB8332171312
07 Vestur833213912
B368404121612
B688323121111
B718323131411
8323131511
FC Hoyvík812512225
AB80086170

 

 

9. umfar

Leygardagin 20. juni

NSÍ - 07 Vestur

FC Hoyvík - HB

B36 - Víkingur

AB - B68

B71 - KÍ