Tað er eitt mentað fólk ið hugsar um síni falnu

- Vit eiga minnast okkara falnu landsmenn, bæði kvinnur og menn

 

-  Tað er eitt mentafólk, ið hugsar um tey, ið farin eru.

 

Tað segði Uni Næs, dómpróvstur, tá ið hann vígdi nýggja kirkjugarðin í Sumba. Minnisvarðin varð avdúkaður og vígaður í dag, allahalgannadag, og er til minnist um teir sumbingar, sum er deyðir á sjónum og falnir í bjørgunum. Har standa eini 100 nøvn á minnisplátunum, heilt aftur til 1807.

 

Dómpróvsturin segði, at tað er eitt menta fólk, ið hugsar um tey, ið farin eru, og sum vóru við til at byggja land og at leggja lunnar undir samfelagið, vit hava í dag.

 

Øll okkara tilvera er grundað byggir á, og er tengd at tí, ið verður vunnið á havinum.

 

Tí veit ongin so væl sum vit, at havi bæði gevur og tekur.

 

-  Ein minnisvarði, sum hesin, er eisini friðsælt pláss, har vit kunnu minnast tey, ið farin eru. Men hann endurgav sangin um, at vit eiga ikki at lata søguna doyggja, men vit skylda teimum, ið undan eru farin at vit framvegis byggja land, og gera tað til eitt gott stað at búgva.

Minnisvarðin er ein bátskutur, ið søkkur í havið og hann er gjørdur soleiðis, at í myrkri lýsir hann í fimm ymsum litum, sum skifta við jøvnum millumbilum ímillum grønt, reytt, blátt, blákollublátt og hvítt.

 

 

Tað vóru tey bæði Johanna Thomsen og Jákup Joensen, sum avdúkaði minnisvarðan. Johanna Thomsen er 97 ár, og sostatt elsta fólk í Sumba. Og sjálv eigur hon eitt navn á minnisvarðanum, tí fyrri maður hennara fór á sjónum í undir krígnum, eftir at tey bara høvdu verið gift í nakrar fáar vikur.

 

Jákup Joensen hevur fleiri nøvn á steinum, tí bæði abbin og ein pápabeiggi fullu í bakkanum, ein annar pápabeiggi druknaði og pápi hansara hvarv á sjónum, og kom ongantíð aftur, og fyrr í ár hvarv svágur hansara eisini, og varð ikki afturfunnin.