- Tað er eisini pengar!

Í tveimum umførum í kvøld var fjarritarin hjá Jean Dimon nær við leyparnar.

 

Tað var Jean Dimon á Tvøroyri, sum fekk fulla pláttu í gekka-spælinum í kvøld, men hann hevði fjarritara fyri seg, tá avgerandi slagið skuldi standa.

Høvuðsvinningurin var á 170.000 krónur, og Jean Dimon gjørdi av at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 60.000 krónum í hvørjum leypi.

Í fyrsta drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, men maðurin á Tvøroyri gav fjarritaranum boð um at royna einaferð aftrat.

Og í øðrum drátti mundi tað veruliga eydnast. Hesaferð steðgaði hjólið á 12.500 krónum - og bert ein seym frá bláa leypinum.

Í triðja drátti var aftur nær við, at Jean Dimon gjørdist tær 60.000 krónurnar ríkari, tí hesaferð steðgaði hjólið eitt rúm frá reyða leypinum.

Men, tíverri eydnaðist tað ikki til fulnar í kvøld.

12.500 krónur gjørdist vinningurin hjá Jean Dimon í kvøld, og tá helt fjarritarin fyri, at hetta eru eisini góðir pengar at vinna.