2,6 miljónir krónur vóru at vinna í Gekka-spælinum í kvøld, og tað var Silas Ernstsson av Strondum, sum fekk fulla plátu og slapp at ringja inn og snara hjólinum.
Hann valdi, sum mangur undan honum, at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar á 900.000 krónur í hvørjum leypi. Men, tað vildi ikki ordiliga eydnast hjá honum í kvøld.
Tá Silas Ernstsson snaraði hjólinum fyrstu ferð, steðgaði tað á 10.000 krónum, sum faldað við fimm hevði givið honum 50.000 krónur.
Í øðrum drátti steðgaði hjólið á 15.000 krónum, sum faldað við trý hevði givið honum 45.000 krónur. Men, hann vildi eisini sleppa at royna triðja og seinasta møguleikan.
- Eg fari stadivekk víðari, segði hann.
Í triðja og seinasta drátti steðgaði hjólið aftur á 10.000 krónum, sum gjørdist hansara vinningur í kvøld. Tá liðugt var, segði hann kortini takksamur: - Tað er eisini fantastiskt!
Tað var stuttligt at hoyra Silas Ernstsson so takksaman fyri 10.000 krónur, tá møguleikin var 2,6 miljónir - og í øðrum lagi 900.000 krónur.