Tað er einki arbeiðsloysi

- Tað er avbjóðandi at fáa fatur á fólki í løtuni. Tað arbeiðsloysi er so lágt sum nú, so merkir tað, at einki fólk eftir. Tí er tað mest útlendingar, ið verða settir í starv nú, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í byggifelagnum Articon

Fyritøkurnar innan byggivinnuni hava ríkiligt at gera í hesum døgum, nú gongd er í fleiri stórum verkætlanum kring landið. Og tá nógv er at gera merkir tað eisini, at fyritøkurnar hava tørv á nógvari arbeiðsmegi. Men við einum arbeiðsloysi á 1,2 prosent er tað ikki altíð líka lætt at fáa fatur á starvsfólkum.

- Tað er avbjóðandi at fáa fatur á fólki í løtuni. Tað arbeiðsloysi er so lágt sum nú, so merkir tað, at einki fólk eftir. Tí er tað mest útlendingar, ið verða settir í starv nú, sigur Jón Sigurdsson, stjóri í byggifelagnum Articon, ið hevur virksemi um alt landið.

Tilsamans starvast 300 starvsfólk í Articon harav 80 teirra eru útlendingar. Men stjórin dylur ikki fyri, at hann hevði ynskt, at man fekk fleiri føroyingar í starv.

- Eg skal ikki lata so illa at, tí vit hava knapt 300 fólk í starvi, so tað gongur ikki illa, men trýstið á arbeiðsmarknaðin er øgiligt í løtuni. Men tá vit søkja vilja vit helst hava føroyingar í starv, men tað er ikki at fáa fatur á føroyskari arbeiðsmegi. Tað er serliga innanfyri byggiarbeiði, at tað er avbjóðandi at fáa fatur á føroyingum, sigur stjórin í Articon.

Hendan greinin er partur av temanum um arbeiðsloysið, ið er at lesa í Vikuskiftis-Sosialinum.