Tað er eingin trupulleiki

Ljóðbrot frá Rás 2: Kristina Háfoss skilir ikki tilsipingina hjá Bárði á Steig Nielsen til 80'ini.

Hetta er ikki ein trupulleiki, so leingin ein er greiður yvir, hvat tað er, sum liggur uttan fyri fíggjarlógina, sigur Kristina Háfoss.

 

- Tað er bara týðandi, at man altíð hevur eitt greitt yvirlit yvir, hvat fyri virksemi, talan er um. Tíbetur hava vit í dag ment so góðar skipanir hjá landinum, at vit allatíðina hava eitt leypandi gott eyga við tí virkseminum sum er. So tað bekymrar meg ikki, sigur Kristina Háfoss.

 

Bárður á Steig Nielsen fílist at fíggjarlógini fyri 2018 og sigur, at hon minnir hann um 80’ini og 90’ini, tá nógvar almennar útreiðslur lógu uttan fyri fíggjarlógina. Hann metti tað vera ein trupulleika, tí at í síðsta enda er tað altíð skattgjaldarin, sum rindar.

 

Les eisini Aftur til 80'ini

 

Kristina Háfoss sigur, at hendan fíggjarlógin ger Føroyar meiri sjálvbjargin. Hon vísir á, at yvirskotið á fíggjarlógini er yvir 400 milliónir, sum er tað mesta síðani 2001.

- Tað ger, at vit kunnu rinda skuld niður og seta pening av í Búskapargrunnin til verri tíðir, sigur hon.

 

Trýst undir myndina fyri at hoyra samrøðuna við Kristinu Háfoss.