Tað er ein vónleys uppgáva hjá Landsverk halda bygningarnar hjá tí almenna, soleiðis sum stovnurin annars hevur skyldu til.
Tað sigur Ewald Kjølbro, stjóri á Landsverki, í eini nýggjari frágreiðing. Og hann heldur, at nú verður neyðugt at taka onnur stig, skulu landsins bygningar ikki forfella heilt.
Hann heldur, at allir bygningar hjá tí almenna skuldi verðið lagdir undir Landsverk og skuldi Landsverk kraft leigu frá teimum, sum brúka bygningarnar
– Í dag er tað soleiðis, at stovnar og aðrir almennir leigarar, rinda ikki leigu í teimum bygningum, sum landið eigur, sigur Ewald Kjølbro.
– Hinvegin rinda Landsverk, og aðrir almennir stovnar, leigu, tá ið privatfólk eiga bygningarnar.
– At munur soleiðis verður gjørdur á, um alment virksemi heldur til ókeypis í einum almennum bygningi ella einum privatum, er eisini beinleiðis kappingaravlagandi, heldur stjórin á Landsverki.
Les eisini: Tað skal verða dýrari at koyra bil