Heðin Mortensen Borgarstjóri heldur lítið um at vit í Sundalagnum, og aðrar kommunur úti um landið, hava gjørt íløgur í eldraøkið.
Hann heldur at vit, og aðrar kommunur við okkum, svimja í peningi, og ikki reiðiliga vita hvat peningurin skal brúkast til. Tí eru kommunurnar nú farnar ígongd vit at loysa uppgávur hjá landinum, til dømis eldraøkið.
Veruleikin er ein annar. Kommunurnar úti um landið hava bara raðfest annarleiðis enn Tórshavnar kommuna. Eg ivist onga løtu í at flestu kommunur kundu hugsa sær eitt skattaprosent uppá 19,75 %, ella møguleika fyri at sett 3 borgarstjórar, men tær flestu hava heldur raðfest eldraøkið, og av tí saman hava onnur øki máa bíða.
Sannleikin er at høvdu kommunurnar ikki tikið um endan á røktar- og sambýlisøkinum, so høvdu nógv eldri fólk ligið hjálparleys runt um í landinum. At Tórshavnar kommuna nú loksins eisini ætlar at raðfest økið, kunna vit onnur bert fegnast um.
Hvaðani stavar alt ríkidømi. Jú her hjá okkum í sundalagnum, stavar tað sambært Heðini, frá teimum sum dagliga koyra til Havnar at vinna sær fyri dagligt breyð. Men veruleikin er ein annar. Hagtøl frá Landssverk siga at flestu samanstoytir henda á vegastrekkinum ímillum Eysturoynna og Suðurstreym. Hetta sigur mær so mikið at ferðslan ikki er einvegis. So her kann byttan verða sum lokið
Heðin spyr meg um bíðilistan til bátapláss í Sunda Kommunu. Í Havnini er bíðilistin eftir bátaplásssi eftir øllum at døma longri enn bíðilistin eftir røktarheimsplássum. Vit hava ongar bíðilistar. Heðin tosar um 27 fóts bátar sum kosta 5000 krónur í havnagjaldið í Tórshavn..Men her haldi eg Heðin fer eitt sindur skeivur, smábátar gjalda eftir breidd. Men liggja teir uppá longs í Havnini so kundi bíðilistin kanska verði styttir nakað, bara við at lagt bátarnar annarleiðis. Samsvarandi upphæddin hjá okkum er 2000 krónur
Annars gleðist eg um at Heðin nú tykist vilja finna nakrar milliónir til røktarheimsbygging í Tórshavn, og samstundis tekur undir við einari kommunalari útjavning, uttan tó at samantvinna hesi mál.
Heðin, eg haldið vit kunnu gera so nógv annað enn at kjakast í bløðunum um bilar og bátar. Vit hava jú báðir møguleika fyri at ávirka á røttum stað, soleiðis at vit kunna gera tað so liviligt hjá øllum borgarum og kommunum í landinum.
Lat okkum taka lógvatak saman og finna skilagóðar loysnir
Tá grør um gangandi fót









