Tað er ein mentanarlig vanlukka

- Tá ið donorar verða javntsettur við foreldur, heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingsmaður fyri Fólkaflokkin

 

- Hetta er ein kollvelting, og hetta er ein mentanarlig vanlukka.

 

Tað er metingin hjá Jógvani á Lakjuni, løgtingsmanni, av ætlanini hjá samgonguni um barnagjald til stakar uppihaldarar, við tí endamáli at javntseta børn hjá støkum, við børn hjá pørum.

 

- Øll børn hava rætt til eina mammu og ein pápa, men her verða rættindini hjá teimum vaksnu tikin framum rættin hjá børnunum.

 

 

Les eisini: Greiðari reglur fyri barnleysar føroyingar

 

 

Hann sipar til, at her verður rætturin hjá vaksnum fólki at fáa eitt barn, tikin framum rættin hjá børnunum at kenna bæði síni foreldur.

 

- Rættindini hjá børnum skulu takast í allarstørsta álvara og grundarlagið undir teimum er, at tey hava eina mammu og ein pápa.

 

- Børn eru ein gáva, tey eru ikki ein rættur ella ein handilsvøra og tað kann aldrin vera hjá vaksnum at seta faðirleys børn í verðini, heldur Jógvan á Lakjuni.

 

 

Les eisini: Trist at hetta ikki verður tikið í álvara

 

 

- Men nú skal kvinnan hava rætt at fáa sær eitt barn - uttan at barnið hevur ein pápa. Hvar eru so rættindini hjá børnum, spurdi fólkafloksmaðurin.

 

 

Hann heldur, at føroyingar mugu fáa høvi til at kjakast um hetta við eftirgjørdum gitnaði, tí hann heldur ikki, at vit bara kunnu seta eina danska skipan í gildi, uttan at viðgera málið í Føroyum.

- Tað má ávarast ímóti, at hetta verður sníkt inn á okkum í eini tilvildarligari lóg, sigur Jógvan á Lakjuni

 

Hann heldur, at tað er beinleiðis óetiskt at taka rættin frá børnum til at hava ein pápa.

- Tað er at vanvirða rættindini hjá børnum og tað er ímóti ST sáttmálanum um rættindi hjá børnum, tí har stendur, at børnini hava rætt til síni foreldur, har tað ber til.

 

Eisini Kaj Leo Holm Johannesen, tingmaður fyri Sambandsflokkin, heldur, at øll børn hava rætt itl at vita, hvørji foreldrini eru, og Bárður Kass Nielsen, tingmaður fyri Nýtt Sjálvstýrið, heldur, at hesin spurningurin eigur at bíða, til vit hava fingið eitt etiskt ráð, sum kann lýsa málið út í æsir.

 

- Hetta er ikki eitt smámál, tí hetta er ein spurningur um, hvussu vit vilja at okkara familjubygnaður skal vera, sigur tingmaðurin fyri Nýtt Sjálvstýri.