Tað er ein mannfólkatúrur

- Tað er ein myta, at tað eru menninir, sum slóða fyri, tá útferðir skulu gerast, og avbjóðingar skulu veljast, sigur Eyðun Berg hjá NAX.

 

 

Hvat er ein góður mannfólkatúrur?

Henda spurning hava vit sett Eyðuni Berg, stjóra í NAX, sum skipar fyri tiltøkum og túrum av ymiskum slagi og eftir ynskjum og tørvi. Tilboðini hjá NAX venda sær til fyritøkur, bólkar og ferðavinnuna annars.

Eyðun Berg ásannar, at tað oftari eru kvinnur enn menn, sum sita við borðendan, sum hann tekur til, tá útferðir hjá arbeiðsplássum skulu skipast og leggjast til rættis.

- Kvinnurnar eru ofta meira djarvar og hava størri hugflog enn menninir. Tað er ein myta, at tað eru menninir, sum slóða fyri, tá avbjóðingar skulu veljast og setast út í kortið.

Eyðun Berg sigur, at teirra royndir vísa, at menninir ofta sita aftan fyri kvinnurnar og goyma seg. Men, tá so menninir eru komnir avstað, er teir eisini óførir.

NAX skipar fyri nógvum ymiskum starvsfólkaútferðum, og fyritøkan ger nógv við toymismenning og tað at menna starvsfólk og arbeiðspláss við upplivingum og stuttum, ítøkiligum - og ikki akademiskum - fyrilestrum.

Eyðun Berg sigur, at ein slíkur fyrilestur ofta tekur støði í týdninginum av samstarvi, samskifti og samanhaldi.

Í MikudagsSosialinum, sum kemur í hvørt hús í morgin, er serblað, hesaferð undir heitinum Hann-blaðið. Her spyr blaðið Eyðun Berg hjá NAX, hvat ein góður mannfólkatúrur er.

##med2##