Tað er ein lítil vansi at vera favorittur

Føroyar, sum eru á fimta plássinum í røðini av seks liðnum, hava vunnið átta stig higartil í hesari undankappingini. Andorra er aftast við einum stigi.

 

Føroyska liðið er favorittur undan dystinum í morgin, og tí er neyðugt at verða ansin, sigur Rógvi Holm.

 

- Tað kann verða ein vansi, tí vit skulu helst skapa dystin, og tað eru vit ikki vanir við. Men vit eru til reiðar til uppgávuna, sigur Rógvi Holm.

 

Verjuleikarin væntar sær ein torføran dyst.

 

- Tað verður helst seinasti møguleikin hjá Andorra at vinna ein dyst í hesari undankappingini, vísir Rógvi Holm á, sum ikki dugir at siga, hvat uppleggið hjá føroyska liðnum verður.