Tað er ein háðan ímóti skapanarverkinum at selja fisk á uppboði

– Tað er ein háðan ímót skapanarverkinum at selja fisk á uppboði. Tað heldur Jógvan á Lakjuni, løgtingslimur fyri Fólkaflokkin.

 

Løgtingið hevur viðgjørt eitt uppskot frá Fólkinum um at avtaka uppboðssøluna av fiski. Grundgevingarnar hjá andstøðuni ímóti uppoðssøluni hava verið nógvar, men tær hava allar verið av fíggjarligum og vinnuligum slagi.

 

Men Jógvan á Lakjuni leggur so eina heldur óvanliga grundgeving afturat øllum hinum fyri at vera ímóti uppboðssølu av fiski. Og hon er hvørki av vinnuligum, ella fíggjarligum slagi. Hon er av heldur andaligum slag. Hann heldur nevniliga rætt og slætt, at tað er ein háðan ímóti sjálvum skapanarverkinum at selja fisk á, á uppboði.

 

Hann vísir á, at talan er um fisk, sum svimur í havinum, og sum vit annars ikki vita um hann er yvirhøvur er til. Hvussu kunnu vit vita hvat er til av fiski um nøkur ár, og tað er heilt ótrúligt, at vit nú yvirhøvur eru komin har til, sigur hann.

 

– Kann nakar finna upp á nakað, sum er ørari enn hetta, tí hetta er at spotta tann fiskin, skaparin hevur givið okkum

 

Hann vísir á, at teir gomlu plagdu at siga, at hondin røkkur ikki longur enn á stokkin, og hann heldur, at tað sigur eitt sindur um, hvørja virðing, teir høvdu fyri tilfeinginum, og, hvussu væl teir hugsaðu um ikki at gera seg inn á nakað, skaparin hevur givið okkum.