Tað er ein forðing fyri at basa bústaðarneyðini

Tí vil løgtingsmaður nú hava Helga Abrahamsen, landsstýrismann, at gera nakað við tað

Matrikuldeildin hjá Umhvørvisstovuni arbeiðir so seint, at tað er ein forðing fyri, at bústaðarneyðin kring landið verður bast.

Tað heldur Johan Dahl, løgtingsmaður fyri Sambandsflokkin. Og tað vil hann nú hava partamannin, Helga Abrahamsen, landsstýrismann á økinum, at gera nakað við.

Tískil skal landsstýrismaður nú greiða frá, hvussu leingi tað tekur hjá Umhvørivsstovuni at avgreiða mál í sambandi við matrikulering.

Og hann skal eisini greiða frá, um Umhvørvisstovan fær meiri pengar at arbeiða fyri fyri at stytta um viðgerðartíðina, og hvørjar ítøkiligar ætlanir hann annars hevur fyri at fáa tað at ganga skjótari.

Í løtuni er støðan tann, at fólk bíða í fleiri mánaðir eftir at fáa eitt jarðarstykki matrikulerað, og tað hevur hent seg, at fólk hava bíðað í 1 - 2 ár eftir at mál um matrikulering avgreidd, sigur Johan Dahl.

– Tað verður nógv tosað um bústaðarneyð, men tað er ringt at gera nakað við tað, tá ið málviðgerðin er so langt afturút, og málini bara hópa seg upp, sigur hann.

Hann vísir á, at Umhvørvisstovan upplýsir, at málsviðgerðartíðin kann vera ymisk, alt eftir, hvussu iumstøðurnar eru, men ein vegleiðandi málsviðgerðartíð er ímillum 6 og 12 mánaðir. – Henda langa viðgerðar- og bíðitíðin er ikki nøktandi, heldur Johan Dahl.