Tað er ein ein stórur feilur

Tað er ein stórur politiskur feilur, at arbeiðið at gera tunnil úr Gøtudali í Skálabotn, ikki er knýtt upp í verkætlanina at gera Eysturoyartunnilin.

 

Tað heldur Hanna Jensen, løgtingskvinna fyri Framsókn. Og nú vil hon hava Heðin Mortensen, landsstýrismann í samferðslumálum, at greiða Løgtinginum frá, nær tað er væntandi, at tunnilin verður gjørdur.

 

Hon vísir á, at ætlanir hava verið verið um at gera ein tunnil úr Gøtudali, sum skal knýtast í vegin og nýggju rundkoyringina við vegin um Skálabotn.

 

– Vegurin á vestara armi á Skálafjørðinum hevur ligið klárur til ferðsluna úr Norðoyggjum, Leirvík, Gøtu og Fuglafirði í skjótt mong ár og Landsverk sigur greitt, at Gøtudalstunnilin, og innkomuvegurin í Havn, eru mest átrokandi ferðsluloysnir í sambandi við Eysturoyartunnilin, sigur Hanna Jensen.

 

– Øll vita, at týdningarmiklar avleiddar verkætlanir av hesum útbyggingunum eru vegirnir á vestara armi á Skálafjørðinum, sum eru gjørdir, umframt vegurin um Skálabotn og tunnilin ímillum Gøtudal og Skálafjørðin, leggur hon afturat.

 

Men hon vísir á, at Landsverk hevur mett, at tað er neyðugt at gera hesi arbeiðini, hóast Eysturoyartunnilin ikki varð gjørdur, men nú tunnilin verður gjørdur, er tað enn meira átrokandi at fáa tað gjørt.