Tað er deiligt at Bogi skifti meining

Tað var deiligt at hoyra Boga Andreasen ásanna, at hann tók feil

– Tað er at fegnast um, at Bogi Andreasen, formaður í Vinnunevndini hjá Tórshavnar Býráð, hálsaði um so skjótt, og viðgekk at hann tók feil.

 

Heðin Mortensen, býráðslimur í Havn, og løgtingsmaður fyri Javnaðarflokkin, sigur, at tað undraði hann sáran, tá ið hann sá eina grein her á www.in.fo, har Bogi Andreasen staðfesti, at tað er ikki pláss fyri meiri fiskivinnu á Vestaru Bryggju í Havn.

 

Løgtingið hevur júst samtykt eina nýggj fiskivinnuskipan og í tí sambandi er tað eisini samtykt, at 8,5 prosent av kvotunum skulu latast sum menningarkvotur, og skulu markast økjum í landinum, sum eru undirumboðað í fiskivinnuni, og har arbeiðsloysið er stórt.

 

Í tí sambandi kravdi Heðin Mortensen, at eisini Havnin skuldi fáa sín ríviliga part av hesum menningarkvotum og tað kom eisini at standa í samtyktini í Løgtinginum, at Suðurstreymoy er eitt av teimum plássum, sum kunnu fáa menningarkvotur.

 

Í hesum sambandi nevndi Heðin Mortensen møguleikan at lata gamla fiskavirkið á Vestaru Bryggju, Bacalao, upp aftur, sum eina ferð var eitt av teimum størstu arbeiðsplássunum, í landinum.

 

Men í gjáramorgunin kunngjørdi Bogi Andreasen, at hann skilti ikki, hvat Heðin Mortensen tosaði um, tí tað er nógv virksemi á Vestaru Bryggju, eisini fiskaarbeiði, og at tað ikki er pláss fyri meiri virksemi.

 

 

Les eisini: Eg veit ikki hvat Heðin Mortensen tosar um

 

 

Men nakrar tímar seinni hálsaði hann fullkomiliga um og tá bjóðaði hann fiskivinnuni vælkomnari til Havnar og gjørdi vart við, at tað er ríkiligt av plássi á Vestaru Bryggju.

 

Á Býráðsfundi í Havn í gjárkvøldið staðfesti Heðin Mortensen, at hann undraðist stórliga á, at formaðurin í Vinnunevndini hjá býráðnum, skuldi vera tann fyrsti at siga, at tað skal ikki vera meiri fiskivinna á Vestaru Bryggju, tí tað var ikki pláss.

 

–Tað er rætt, at tað er ein landingarmiðstøð á Vestaru Bryggju, men har fer ongin fiskavirking fram, tí har fer fiskurin bara inn at venda, áðrenn hann verður førdur út aftur og fluttur á virkini kring landið.

 

– Men tíbetur gingið bara nakrir fáir tímar, so hálsaði Bogi Andreasen fullkomiliga um og bjóðaði fiskivinnuni vælkomnari til Havnar.

 

Og Heðin Mortensen helt, at tað var gleðiligt at hann hálsaði um so skjótt, tí vit hava brúk fyri meiri fiskivinnu í Havnini. Tá ið onkur hevur verið ov bráðræsin, er tað gleðiligt at tey kunnu ganga í seg sjálvan og viðganga, at tað var skeivt, helt Heðin Mortensen.

 

– Tað var so deiligt at hoyra, at tað er ikki eitt eyga turt, legði hann afturat við skálkinum aftanfyri oyrað.

 

Hann væntar kortini ikki, at Bacalao verður flakavirki aftur sum í gomlum døgum, men har stansa einir 3000 fermetrar óbrúktir, sum kunnu takast til fiskavirking av øllum handa slagi.

 

Eisini Annika Olsen, borgarstjóri í Havn, og floksfelagi hjá Boga Andreasen, staðfesti, at Havnin hevur brúk fyri arbeiðsplássum við tí endamáli av virðisøkja okkara fiskatilfeingi. Sjálvandi fegnast vit um, at Havnin fær sín lut av okkara fiskatilfeingi, so tað eru avgjørt spennandi tíðir fyri framman, sigur borgarstjórin.